Gunnar longt við City

Gunnar Nielsen verður á lønarlistanum hjá Manchester City í ein mánað afturat. Føroyski landsliðs­málmaðurin leitar tó framvegis eftir nýggjum felagið

Undan hesum kappingarárinum gjørdu Gunnar Nielsen og Man­chester City eina avtalu um, at Gunnar Nielsen skuldi halda fram í felagnum fram til endan av oktobur. Sáttmálin skuldi leingj­ast fyri hvønn mánað, tí tað er ikki møguligt at gera ein tríggjar mán­aðar sáttmála í Premier League. Hin­vegin ber til at gera ein sáttmála fyri hvønn mánað. Tað verður kalla »a monthly rolling contract« á enskum.
Manchester City hevur nú boðið Gunnari Nielsen at leggja ein mánað afturat teimum trimum, sum hann fekk í summar.
– Eg skrivaði í gjár ein nýggj­an ein mánaða sáttmála við Man­chester City. Eg eri fegin um, at teir vísa mær hetta álitið og vilja hjálpa mær at koma fyri meg aftur, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar Nielsen, sum spældi sín fyrsta dyst í meiri enn hálvt annað ár móti Týskalndi í Hannover, arbeiður tó framvegis við at finna sær eitt nýtt felag. Tí skal nýggi sátt­málin ikki skiljast sum at Gunnar ikki ætlar sær at finna eitt nýtt felag. Heldur er talan um, at Man­chester City velur at stuðla Gunnari í eini roynd at finna eitt nýtt felag, so hann ikki endar á ber­um tá gamli sáttmálin gongur út. Tað er nokk heldur ikki ein mán­aðar løn hjá Gunnari, sum kopp­ar lønar­budgetinum hjá enska meistara­liðnum.
Gunnar Nielsen hevði undan lands­dystinum í septembur móti Týsklandi bara vant tvær ferðir við fullari ferð í hálvt annað ár. Men landsdystirnir móti Týsklandi, Írlandi og Svøríki hava givið mál­manninum ein møguleika at vísa áhugaðum feløgum, at hann er klárur aftur, men tað tað skulu fram­vegis nógvur lutir koma upp á pláss áðrenn talan verður um nakað skifti.
– Fleiri feløg hava víst áhuga og okkurt meiri konkret hevur eisini verið frammi, men í fótbólti skal nógv ganga upp í eina hægri eind, og skiftið skal eisini verða tað rætta fyri meg, sigur Gunnar Nielsen um eitt komandi skifti.
Nú hevur føroyski landsliðs­mál­maðurin ein mánað longri at taka eina avgerð í, har hann skal venja saman við Joe Hart, Sergio Aguero og hinum í Manchester City.