Nevndin í Tryggingarfelagnum Føroyar hevur gjørt av, at Gunnar í Liða skal verða nýggjur stjóri í tryggingarfelagnum, tá Jens Petur Arge fer frá sum stjóri.
Hetta kom fram á aðalfundinum hjá felagnum, sum varð hildin mikukvøldið.
Nær Gunnar í Liða tekur við forstjórastarvinum er tó ikki heilt greitt enn, tí tað er ikki greitt enn nær Jens Petur Arge fer frá.
Í sambandi við stjóra-skiftið í Tryggingarfelagnum verður leiðsla felagsins eisini umskipað.
Framyvir verður tað so, at tað bert verða tveir stjórar í Tryggingarfelagnum og ikki sum nú tríggir.
Annar maðurin í leiðsluni á Tryggingarfelagnum Føroyar verður Mortan Poulsen, sum í dag er ein av trimum stjórum í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Bæði Gunnar í Liða og Mortan Poulsen hava starvast hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í nøkur ár, so teir eru avgjørt kendir við tað sum fer fram.