Skaldsøgan ?Í havsins hjarta? eftir Gunnar Hoydal er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2010 .
?Í havsins hjarta? er kalejdoskopisk skaldsøga um samanbrestir millum dreymar, stórlæti og veruleika í politiskum stríði í Føroyum í drúgv hundrað ár.
Stílistiskt er skaldsøgan sjáldsama løtt, fjølbroytt og beinrakin, og søgugongdin bindur saman einstakar lagnur í lítla føroyska samfelagnum við stóru politisku hugsjónirnar í 19. og 20.øld.
Eisini í frásøgustíli, bygnaði og evnisviðgerð sipar skaldsøgan til altjóða rák í nútíðar bókmentum og bókmentagransking, verður sagt í skrivi frá nevndini, ið ger tilmæli til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.