Gunnar Vatnhamar fer at spæla við íslendsku greipuvinnarunum, Víkingi Reykjavík til kappingarendan í 2027.
Hetta boðaði Víkingur Reykjavík frá á heimasíðu og á Facebooksíðu felagsins ígjár.
Gunnar hevur avrikað væl fyri Víking Reykjavík, og hevur við hesum fingið eina viðurkenning fyri hetta.
Gunnar hevur leikt 35 dystir fyri Víking Reykjavík, og hann hevur skotið fýra mál fyri Víking.
Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur Reykjavík oddadyst á Víkingsvøllinum móti FH. Bæði liðini hava 12 stig í oddinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.