Í Føroyum er Haldór Laxnes kendasti íslendski rithøvundurin, men spyr tú íslendingar, serliga á eysturlandinum, so er Gunnar Gunnarsson hin kendasti.
Gunnar var føddur 18. mai 1889 á ValÞjófsstaður í Fljótsdali, sum er grannagarður við Skriðuklaustur.
Hann var elsti sonur hjá Gunnar Helgi Gunnarsson og Katrín Þórarinsdóttir. Familjan flutti til Vopnafjørð á vári 1896, og har doyði mamma hansara av lungnabruna 18. september 1897. Deyði mammunar setti síni spor hjá unga Gunnari Gunnarssoni.
Skúlagongdin hjá Gunnari var so sum so. Hann fekk undirvísing frá einum ferðandi lærara nakrar vikur um veturin, og gekk eitt ár í barnaskúla í Vopnafirði. Hann fekk tó eisini drúgva vegleiing og hjálp frá prestinum á Hof.
Hann læs nógv, og umframt íslendsku sagnirnar og skaldsøgurnar, læs hann eisini alt tað, hann kom fram at av norðurlendskum týðingm, millum annað Mista paradísið hjá Milton og Gudommiliga komedian hjá Dante.
Bara 17 ára gamal skrivaði hann sínar fyrstu bøkur, Vorljóð og Móðurminning, sum vóru stuttar yrkingar.
Eftir hundraðáraskiftið læs Gunnar eina grein um fólkaháskúlar í Danmark, og har sá hann ein møguleikja fyri útbúgving, sum hann ikki kundi fáa í Íslandi orsakað av fátækradømi.
Hann slapp inn í fólkaháskúlan í Askov í Jútlandi í tvey ár, frá 1907 ti l1909.
Fólkaháskúlin fekk stóra ávirkan á Gunnar Gunnarsson, tí har betraði hann sína málkunnan og læs heimsbókmentir. Har fekk hann møguleikan at vísa síni ritskaparligu evnir og fekk eitt nú tann heðiur at yrkja eina heiðursyrking til skúlan.
Søgan hjá Borgættini
Gunnar gjørdi av at gerast dansktskrivandi rithøvundur, tí íslendska tjóðin var so lítil. Men heiðurin og æran komu ikki av sær sjálvum.
Fyrsta skaldsøgan hjá Gunnari, Trond Ørnen, dámdi ikki útgevarunum, og frá á heysti í 1909 fram til 1912 livdi Gunnar undir vánaligum korum, fyrst í Århus og síðani í Keypmannahavn. Hann kláraði seg sum frægast við inntøkum frá yrkingum, stuttsøgum og greinum í tíðarritum og bløðum.
Út móti ársloki 1911 útkom fyrsta bókin hjá Gunnari Gunnarsson á donskum. Talan var um eina yrkingarsamling, Digte. Bókin gjørdi ikki tað stóra um seg, men var egnað nýggja kærleikanum í lívi hansara. Hann var komin í hóslag við eina gentu, sum kallaðist Franzisca Antonia Josephine Jørgensen, og var fødd 4. apríl 1891 í Fredericia.
Nýggjársdag flutti Gunnar Gunnarsson inn í eitt lítið kvistrúm í Keypmannahavn, og eftir fáum mánaðum skrivaði hann yrsta bind av Søguni hjá Borgættini, Ormarr Ørglynsson.
Um várið játtaði Gyldendal at geva bókina út, og harvið var hol komið á og ein framúrskarandi lívsleið byrjaði.
Bygdi Skriðuklaustur
Nú gekk sum eftir ísinum hjá Gunnari. Men allatíðina mól hugur hansara um Ísland, og hann var í støðugum sambandi við heimlandið fyri at vita, um onkur bóndagarður var til sølu.
Í 1938 fekk hann telegram frá einum vini í Íslandi um, at nú var Skriðuklaustur til sølu, men tá svartelegrammið frá Gunnari kom fram, var garðurin longu seldur.
Tað eydnaðist honum tó árið eftir, í 1939, at keypa Skriðuklaustur við tilhoyrandi jørð, og so var at fáa bygdan ein nýggjan garð.
Hann fekk ein týskan akritekt at tekna sær nýggja garðin, og tað tók umleið 30 monnum seks mánaðir at byggja garðin, sum í dag er kendur sum Skriðuklaustur.
Menninir arbeiddu 10 tímar um dagin í seks dagar um vikuna í seks mánaðir at fullføra arbeiðið.
Garðurin gjørdist eitt satt megnarverk, og hjúnini Gunnar og Franzisca kundu flyta inn í húsini til jólar í 1939.
Men sum øllum kunnugt byrjaði seinni heimsbardagi í 1939, og tað merkti, at bæði amerikanskir og bretski hermenn komu til Íslands. Hetta førdi til, at íslendingar í hópatali fóru at arbeiða hjá hertøkustyrkjunum, sum so aftur merkti, at tað gjørdist sera trupult hjá Gunnari Gunnarssoni at fáa arbeiðsfólk til garðin. Og hetta førdi so aftur til, at fleiri føroyingar vóru á Skriðuklaustri og arbeiddu fyri Gunnar Gunnarsson í árunum 1944-1945 og 1946.
Í 1948 avgjørdi Gunnar Gunnarsson at flyta til Reykjavíkar at búgva, og í tí sambandi gjørdi hann av at gera íslendska statinum Skriðuklaustur til gávus. Við teirri treyt, at garðurin skuldi verða til gagns fyri íslendsku tjóðina.
Garðurin hevur síðani veriið landbúnaðarmiðdepil í fleiri ár fram til 2000, tá garðurin gjørdist mentanarsetur og museum.










