Gunnar er í nýggjum felag

Håkan Ericson sigur, at royndirnar og hugburðurin hjá málverjanum eru orsøk til, at hann vann tøttu kappingina um plássið millum stólparnar

Størsti spenningurin viðvíkjandi føroysku uppstillingini í Moldova í kvøld snúði seg um, hvør fór at verja málið. Í fjør var koronan orsøk til, at Gunnar Nielsen, sum hevur verið fastur málverji í nógv ár, ikki var á landsliðnum. Teitur Matras Gestsson vardi málið, og hann stóð seg so mikið væl, at tá ið bæði Gunnar og Teitur vóru tøkir í heyst, tá ið Føroyar spældu í Nations League ímóti Lettlandi og Malta, so vardi Teitur Matras Gestsson føroyska málið.

-Tað er tøtt kapping, og í fjør stóð Teitur seg væl. Gunnar hevur lagt nógv arbeiði í at koma fyri seg aftur. Hugburðurin er fínur, og royndirnar hava verið honum til fyrimunar í kappingini. Vit fegnast um at hava fleiri góðar málverjar, og nú var tað avgjørt, at Gunnar Nielsen aftur skuldi hava møguleikan, og hann stóð seg væl, sigur Håkan Ericson.

Hetta var 60. ferðin, at Gunnar Nielsen vardi føroyska málið í landsdysti. Harvið hevur hann rokkið rættiliga exclusivum felag – felagið hjá teimum sum hava umboðað Føroyar 60 ferðir og fleiri enn so.

Átta spælarar hava verið 60 ferðir ella fleiri enn so ferðir á landsliðnum. Tríggir teirra eru málverjar:

Seksti og fleiri dystirDystirMál
Fróði Benjaminsen946
Óli Johannesen831
Jákup Mikkelsen730
Jens Martin Knudsen650
Julian Johnsson624
Jóan Símun Edmundsson628
Jákup á Borg612
Gunnar Nielsen600