- Eg fái ilt, tá eg skal lyft armin upp og tað er óhugsandi at eg spæli í vikuskiftinum, sigur Gunnar Nielsen.
Tað var tá Gunnar bjargaði einum flúktara frá Antonio Cassano, at hann lendi skeivt og fekk ilt í øksluna.
- Eg hevði sera ilt eftir dystin, men tað er blivið betri nú. Eg havi verið til nakrar kanningar í dag og skal aftur mánadagin, sigur Gunnar Nielsen í stuttari viðmerking til portal.fo.
Tað er óvist hvussu álvarsamur skaðin er, men Gunnar er við gott mót og vónar tað besta, hóast tað til tíðir pínur illa. Tranmere Rovers skal í vikuskiftinum spæla á útivølli ímóti Yeovil Town F.C í League One.










