Soleiðis skriva fyrireikararnir um gummibátatreffið, sum verður leygardagin.
Fyrireikarnir hava ætlanir um at sláa metið hjá Sveisarum á 1.200 flótandi før – gummibátum.
Tiltakið verður leygardagin 15. Juni. 2019, kl. 15.00, á Skálafjørðinum.
– Nú er einans eitt at gera, og tað er at finna gummibátin og bjargingarvestin fram, siga ungu søldarfjarðardamurnar sum standa á odda fyri tiltakinum, siga fyrireikararnir.
Sveis hevur eitt heimsmet á 1200 flótandi før (gummibátar) og saman kunnu vit royna at sláa hetta metið.
KOM!
Tað er ókeypis luttøka, so tað er bara at møta fjølment upp.
Fyrireikararnir siga, at hetta skal takast við:
– Gummibát og bjargingarvest.
– Børn undir 12 ár, skulu hava ein vaksnan við umborð.
Tórshavnar bjargingarfelag, kappróðrafelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka luttaka til tiltakið.
– Vit gleða okkum at síggja tykkum við kappróðraneysti á Glyvrum, leygardagin 15. juni. Kl. 15.00











