Eyð Strøm hevur verið venjari hjá kappingarliðum hjá Havnar Fimleikafelag seinastu fimm árini, og hon fegnast sjálvsagt um sigurin fríggjakvøldið. – Eg eri sera fegin um, at tað gekk okkum so væl í dag. Vit vunnu steypakappingina í Klaksvík í januar við einum lítlum stigi, so vit vistu, at vit høvdu góðan møguleika at vinna aftur hesaferð, men tú kanst ongantíð vera sikkur. Eitt lítið ”kiks” kann gera sera stóran mun, og nógv kann henda eftir tveir mánaðar.
Eyð Strøm heldur, at genturnar hjá Havnar Fimleikafelag hava tikið seg sera nógv fram seinastu tíðina, men tað hava liðini hjá Ljósinum og Støkk so avgjørt eisini gjørt, heldur hon. – Eg má siga, at eg síggi Støkk sum okkara størsta kappingarneyta, tí seinastu árini hava tað verið vit og tær, sum hava vunnið ymisku kappingarnar; men tað er altíð spennandi at síggja, hvussu nógv fimleikararnir hjá hinum liðunum hava ment seg í mun til okkum.
Tað er stórur munur á at kappast í estetiskum fimleiki og grand prix. Eyð Strøm dámar nógv betur estetiska fimleikin, tí hon heldur, at hann er meira flótandi enn grand prix fimleikurin, sum hon helt vera í so kantutan. – Tónleikurin er betri, og sum heild eru størri krøv og fleiri kenslur í framførslunum í estetiska fimleikinum, sigur hon. Hetta slagið av fimleiki setir sera stór krøv til fimleikararnar, bæði hvat viðvíkur tíð og kropsligari venjing. Genturnar hjá Havnar Fimleikafelag venja fýra ferðir um vikuna, tilsamans hálvan sjeynda tíma, umframt at tær hava venjingar at gera við hús. Harafturat hava tær verið á tveimum venjingarlegum. – Venjingarumstøðurnar hjá okkum eru rættiliga góðar, kanska serliga í mun til umstøðurnar hjá hinum feløgunum. Tó er tað altíð ymiskt, ið tú kundi hugsað tær afturat. Til dømis hevði verið gott at fingið spegil á allar veggirnar, men vit eru sum heild nøgdar við umstøðurnar, sum tær eru í løtuni, sigur Eyð Strøm.
Føroyameistarakappingin var ein stór avbjóðing, og seinni í hesum mánaðinum er ein uppaftur størri avbjóðing fyri framman hjá Eyð Strøm og gentuliðinum hjá Havnar Fimleikafelag. Tær skulu nevniliga til Finnlands at vera við í eini altjóða kapping í estetiskum fimleiki. – Eg ætli at leggja størsta dentin á grundvenjingina, tí tað er har, at størsti munurin er á okkum og hinum liðunum. Harafturat fari eg eisini at práta við dómararnar um møguligar broytingar í seriuni. Vit hava ikki vónir um nøkur heiðursmerki, men vit gera okkara besta, og so vóni eg, at vit klára okkum eitt sindur betur í ár enn í fjør.










