- Nøvn vinna einki FM, tað er sveiti og hart arbeiðið sum liggur aftanfyri at vinna FM. Hetta sigur ein avgjørdu Víkinga-veteranur, Hans Jørgen Djurhuus í Gullradio-samrøðu, sum Petur Asbjørn Lervig hevur havt við Hans Jørgen Djurhuus, sum fyllir 39 ár í komandi mánað.
- Eg vildi prógva, at eg ikki var ov gamal, greiðir Hans Jørgen Djurhuus frá. Hans Jørgen Djurhuus heldur, at fór tað at ganga galið hjá Vìkingi, so fóru hann og eldru spælararnir at fáa høggið, men hann kann glaður staðfesta, at hann var ikki ov gamal.
Hans Jørgen Djurhuus leggur stóran týdning í arbeiðið, sum høvuðsvenjarin seinnu tvey árini, Sámal Erik "Bagge" Hentze hevur gjørt. Og tað, at Bagge hevur víst eldru leikarunum álit tekkur Hans Jørgen Djurhuus, sum eina staðfesting, at teir eldru leikararnir eru nóg góðir til at byrja inni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gullradio-samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Hans Jørgen Djurhuus.