Stóri taparin í ólavsøkuróðrinum í fjør var uttan iva Havnarbáturin. Tá, ið tað restaðu hundrað metrar í róðrinum hjá 10-mannaførinum á ólavsøku, lá Havnarbáturin til at vinna FM-heitið.
Eysturoyingur setti tá endaspurtin inn, og bátarnir lógu stavn um stavn inn eftir molanum, men Eysturoyingur varð drúgvastur, og vann harvið FM-heitið í 10-mannaførum.
Av tí, at Vestmenningur vann ólavsøkuróðurin frammanfyri Eysturoying og Havnarbátin, endaði Havnarbáturin heilt afturi á triðja plássinum í samlaðu FM-støðuni í fjør.
Í ár ætla havnarmenn at taka sær um reiggj. Gullmanningin frá kappróðrarárinum 2001 er so at siga savnað aftur, og longu nú verður nógv lagt fyri í venjingunum.
Nakrir av manningini á Havnarbátinum í 2001 valdu í fjør at taka ein steðg frá kappróðri, men hava valt at rógva aftur í ár.
Venjingin byrjaði 6.januar, og í løtuni verður vant tríggjar ferðir um vikuna. Øll venjingin er á landi, har dentur er lagdur á tí kropsligu venjingina. Hon fevnir um renning, styrkivenjing og innandura rógving.
Hóast fleiri mánaðir eru til fyrstu stevnuna, so siga teir á Havnarbátinum seg gleða seg til kappróðrarárið. Teir ætla at byrja á sløttum borði í ár, og gera alt fyri at FM-heitið aftur kemur til Havnar.