Gullið kann takast leygardagin

Fyri bara aðru ferð kann Alex Ferguson fegnast um møguleikan at vinna gull á heimavølli í Manchester

Fótbóltur

 

Sir Alex Ferguson hevur roynt tað tíggju ferðir áður. Tað sama hevur Ryan Giggs. Men bert eina ferð hava teir báðir verið við til at tryggja sær gullið á heimavølli á einum fullsettum Old Trafford.

Níggju av teimum tíggju ferðunum, sum Manchester United hevur vunnið gull í Premier League, hevur tað nevnliga verið á útivølli, at gullið er tryggjað. Men leygardagin ber aftur til.

Manchester United megnaði nevnliga at venda hóttandi tapi til sigur í útidystinum móti Wigan í gjár.

 

Gylti Tevez

Fyri steðgin sá annars ikki nakað serligt út. Hugo Rodalliga legði nevnliga vertirnar á odda fyri steðgin, og tað var sum heild lítið, sum bendi á, at gestirnir skuldu venda hesum.

Stve Bruce, sum í dag er venjari hjá Wigan, átti sín avgerandi leiklut í fleiri teimum fyrstu Premier League heitunum hjá Manchester United. Og tí veit hann betur enn tey flestu, at reyðu devlarnir ikki geva seg uttan víðari. Og tað gjørdu teir heldur ikki hesaferð.

Carlos Tevez, sum alt meira sannlíkt fer til annað felag í summar, varð skiftur inn, og hann javnaði til 1-1 við einum framúrskrandi máli, sum hann skoraði við hælinum.

Og bara fýra minuttir fyri leiklok varð fagnaðurin ovurstórur, tá Michael Carrick langaði bóltin í netið til 2-1.

Sigurin ber við sær, at Manchester United nú bert skal hava eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum. Og fyrsti møguleikin til hetta er altso leygardagin, tá Arsenal kemur á vitjan á Old Trafford.