Talan hevur einvíst verið um gull, síðani Henrik Gerster í fyrraárið gjørdist venjari hjá Stjørnuni. Seinasta vár vann liðið greipuna í kvinnuhondbólti, og við steypasigrinum leygardagin er vónin, at hetta eisini verður støðan, tá landskappingin er av. Tí er einki at siga til, at tey í felagnum eru nøgd, og nú er so greitt, at samstarvið millum partarnar eisini heldur fram komandi kappingarár.










