"Tú alfagra land mítt" fer at tóna ofta í svimjihøllini í Visby í Gotlandi í kvøld.
Óli Mortensen hevur fyri løtu síðani vunnið oyggjaleikagull í 200 metrar frí.
Óli Mortensen kom á mál við tíðini 1:50.45. Nummar tvey var Alex Bregazzi úr Isle of Man við tíðini 1:50.57.
Oyggjaleikametið er frá oyggjaleikunum í Álandi í 2009. Tá svam Pál Joensen teinin við tíðini 1:47.76.










