Danir hava síðstu stóru vikuna longst eftir at vinna fyrstu gullmerkini í OL. Og í gjáramorgunin eydnaðist tað. Føroya vinurin Eskild Ebbesen og bátsfelagar hansara vunnu finaluna í lættvekt fyri fýra rógvarar. Millum teir fýra, sum mannaðu bátin, var Eskild Ebbesen, sum áður hevur luttikið í føroyskum kappróðri. Hetta var triðja OL gullmerkið, sum Eskild hevur vunnið. Eina ferð hevur hann vunnið bronsu. Danir høvdu vónað, at tað eisini skuldi eydnast lættvektaranum við tveimum rógvarum at vinna gull. Tað eydnaðist ikki. Danski báturin róði seg til bronsumerkini, sum tað sjálvandi eisini er fagnaður um.