Í hesum døgum eru føroyskir svimjarar í Brønshøj Danmark og kappast í kappingini Danish Open 2016. Fyrstu finulurnar vórðu avgreiddar í gjár, og fleiri av føroysku svimjarunum kláraðu seg væl.
Nevnast kann, at í 1500m frí, vann 15 ára gamla Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag bronsu, og setti eisini bæði føroyskt met og stórt juniormet. Vár svam teinin uppá 17:25.28 minuttir. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 17:32.83, frá Portugal Open í fjør summar.
Magnus Jákupsson úr Farum stóð seg eisini sera væl, og vann gull í 100m rygg. Hann vann rættiliga greitt við tíðini 00:55.46, men var tó undir donsku kravtíðina til EM í Londin, sum er 54.93.
Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjielag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svumu 400m frí, og vórðu ávikavíst nr 4 og 5, við tíðunum 3:54.46 og 3:56.76. Nevnast kann, at B-kravtíðin til OL í Rio er 3:58.51, og hetta merkir, at bæði Óli og Pál í veruleikanum hava kvalifiserað seg til OL, um altso Føroyar høvdu OL-limaskap.
Finalurnar halda á fram í dag, og til ber at síggja fleiri úrslit og at lesa meir um kappingina á heimasíðuni www.svimjing.com.