GUESTHOUSE ? ein nýggj fløga

Nýggj fløga við Una Joensen kemur á marknaðin fríggjadagin í dag

Uni Joensen gevur í samstarvi við Ronnie Nielsen út fløguna Gesthouse.
Á fløguni eru átta løg, har Uni eigur øll orðini, og teir báðir, Uni og Ronnie Nielsen, hava smíðað tónleikin.

Tónleikurin minnir í støðum ikki sørt um Pink Floyd. Onkra aðrastaðni minnir hann um Dire Straits og Chris Rhea. Og hartil sigur Ronnie Nielsen, at hann hevur saknað tað róliga flótandi í nútíðar tónleikinum.
Tekstirnir eru merktir av einum vissum dapurskygni, snúgva seg um einsemi og líkasælu.

Tónleikarar eru sum nevnt Ronnie Nielsen, sum spælir tey flestu ljóðførini. Harumframt eru eisini garvað fólk sum Kolbein Simonsen, Sámal Ravnsfjall, Ingi Sørensen og Jóan Petur Andreassen eisini við.