Undir gudstænastuni í annaðkvøld verður sálmasangur og bíbliulestur – og kvirra.
Júst hetta við kvirruni hevur sermerkt tær tónleika-andaktirnar, sum hava verið fyriskipaðar í prestagjaldinum hesi seinastu seks árini.
Undir kvirruni fríggjakvøldið fer tó at ljóða ein stillur, meditativur urgutónleikur í kirkjuni í nakrar minuttir.
- Hesa løtuna kunnu fólk so biðja eina bøn, ella tey hugsa um bíbliutekstirnar, sum tey júst hava hoyrt.
- Tey kunnu eisini lata kirkjurúmið tala, ella savna hugnámini frá degnum, sum skjótt er at enda komin, greiðir Meinhard Bjartalíð frá.
Kertur og bønir
At gudstænastan verður skipað nú fríggjakvøldið kemst av at hetta er kyndilsmessa.
Kyndilsmessa varð hildin til minnis um vitjanina hjá Mariu Moy í halgidóminum eftir føðingina. Til minnis um hetta og til heiðurs fyri Jesusbarnið vóru kertur og kyndlar tendrað.
Undir náttargudstænastuni, sum byrjar kl. 22 verða sjey ljós tendrað, - eitt fyri hvørja bøn, sum leikfólk fara at lesa upp.
Við gudstænastuna fer eisini Kór glyvra kirkju at syngja 23. sálm eftir Dávidi. Kórið hevur lagt seg eftir at syngja Dávidssálmar í gomlum enskum og resiterandi stíli, og tað fær so kirkjufólkið møguleika at hoyra hetta kvøldið.
Umframt kórið fer eisini ein kvinnutrio at syngja.´










