Gudstænasta í gjónni við Gjógv

Komandi sunnudag klokkan 14 verður guðstænasta í gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.

 

– Nú summarið fer at halla, kundi tað eisini verið ein góð útferð hjá avbygdarfólki til Gjáar henda dagin. Veðurforsagnirnar benda á, at tað verður turt og bert lítil vindur, siga fyrireikararnir.

 

Sunda kommuna boðar frá, at í samband við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendraði um vikuskiftið. 

 

Prestarnir og sangkórið bjóða øllum vælkomnum.