Gudmundur Joensen setti jóansøkuna

Leiðarin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni setti í gjár jóansøkuna.

Í gjár klokkan 19 varð jóansøkan 2018 sett.

 

Nógv fólk var komið saman á økinum við minnisvarðan miðskeiðis í Vági, har Tvøroyrar Hornorkestur spældi, meðan skótar og ítróttarfólk gingu skrúðgongu inn á økið.

 

Gudmundur Josen, leiðari á Ítróttaháskúlanum, helt setanarrøðuna.

 

Hann fegnaðist um heðurin, hóast fá ár á baki í Vági. Millum annað samanbar hann Vág og Suðuroynna við søgu, sum abbi hansara hevði sagt. Søgan var um herførara, sum við 10 monnum vann á stórum heri.

Gudmundur metti, at nakað tað sama kan sigast um Vág, har fólkatalið ikki er stórt og skattakrónurnar ikki so nógvar, men hóast hetta, so hendir nógv, og stór tøk verða tikin, og vágbingar eru ofta fyrstir.