Guardiola gevur grasinum skyldina

Premier League: Manchester City og Pep Guardiola settu stig til í gjár, og grasið fær skyldina

Um vikuskiftið hevur 29. umfar í Premier League verið. Í toppinum er næstan áfast millum Manchester City og Liverpool, eftir at Manchester City bara fekk málleysan javnleik móti Crystal Palace, meða Liverpool vann á Brighton.

 

Við sigri á Brighton tíðliga seinnapartin leygardagin, var eitt ávíst trýst á Manchester City móti Crystal Palace. Hóast gestirnir høvdu bóltin nógv, so mundu heimmenninir eisini sita við eini kenslu av, at ein annan dag, so kundu teir havt vunnið.

 

Eftir dystin var venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, ikki í góðum lag. Í samrøðu eftir dystin helt hann fyri, at tað bara vóru teir, ið royndu at vinna dystin á vánaliga grasinum. Hetta uppískoytið við grasinum er ikki farið framvið uttan undran í fótbóltsheiminum.

 

Tað eru nú fýra stig á muni millum Manchester City og Liverpool, sum skal spæla móti Arsenal í annaðkvøld. 10. apríl møtast Manchester City og Liverpool í einum dysti, sum kann fáa avgerandi týdning fyri hvør vinnur Premier League.

 

1Man City29224368:1870
2Liverpool28206273:2066
3Chelsea28178357:1959
4Arsenal26163743:2951
5Man Utd29148748:4050
6West Ham29146948:3648
7Wolves291441129:2346
8Tottenham271431042:3545
9Aston Villa281131441:3936
10Southampton298111036:4535
11Crystal Palace29713939:3834
12Leicester26961140:4533
13Brighton28712926:3433
14Newcastle287101132:4831
15Brentford29861532:4530
16Leeds29681531:6526
17Everton26641628:4722
18Watford29641929:5522
19Burnley273121222:3821
20Norwich City29452018:6317