- Ein prestur í Svøríki kann lesa alt upp úr Bíbliuni, eisini brotini um samkynd, um hann hevur hug til tað. Hetta hevur mannamunsgreinin onga ávirkan á, sigur Søren Andersson pressutalsmaður hjá felagsskapinum hjá svenskum samkyndum RFSL.
- Tað einasta í mannamunsgreinin ger, er at nokta fólki at hetsa samkynd. Tað eru ávísir víðgongdir kristnir høgra felagsskapir, ið hava barst fyri rættinum at lýsa samkynd sum verri menniskju enn onnur. Tað er ivaleyst har, ið søgurnar koma frá, sum nú ganga í Føroyum um, at mannamunsgreinin hevur gjørt, at tú ikki sleppur at lesa upp úr Bíbliuni í Svøríki. Men hetta er beinleiðis skeivt, slær Søren Andersson fast.
- Í stuttum ger mannamunsgreinin, at tú ikki kanst brúka Bíbliuna til at leggja eftir minnilutum, og kalla teir fyri verri menniskju. Tú kanst t.d. heldur ikki brúka Bíbliuna til at leggja eftir jødum, sjálvt um møguleikar eru fyri tí í sjálvum tekstinum, heldur Søren Andersson fram.
- Tað er eitt sera veikt argument, at rætturin at verja ein ávísan bólk móti kúgan og happing, skuldi skorið tín rætt til at trúgva uppá eina hægri megi. Tær nýtist ikki at niðurgera onnur fyri at praktisera tína trúgv. Men tað er ein sannroynd, at hetta hevur verið gjørt nógv. Við religión sum gassa hava nógvir bólkar verið diskrimineraðir. Hetta upplivdu við fyri 60-70 árum síðan við jødunum og fyri 40 árum síðan við kvinnum. Men hetta er nakað, sum vit í vesturheiminum, hava tikið avstand frá, sigur Søren Andersson og heldur fram:
- Eg havi luttikið á fundum í ST, sum partur av svensku sendinevndini, og argumentini, ið vit hoyra í hesum málinum, eru júst tey somu, ið summi lond brúka fyri at halda fæst í rættinum at kúga kvinnur.