Guðrun Sólja og onnur á Norðuratlantsbryggjuni

Fríggjakvøldið fer Guðrun Sólja Jacobsen á pallin á Norðuratlantsbryggjuni, hetta er fyrsta konsertin í einum frálíkum norðurlendskum konsertvikuskifti.

Í heyst hevur Norðuratlantsbryggjan longu verið karmur um tvey konsertvikuskifti við rokk og poppbólkum og einstaklingum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta vikuskiftið verður triðja og seinasta konsertvikuskiftið á hesum sinni.
 
Guðrun Sólja Jacobsen
Føroyska konsertin verður fríggjadagin kl. 20. Tað verður Guðrun Sólja Jacobsen, ið saman við bólki sínum fer á pallin. Føroyski sangfuglurin hevur givið tvær fløgur út, síðan hon vann Stjerne for en aften. Guðrun spældi fyrstu ferð á Norðuratlantsbryggjuni, tá húsið lat dyrnar upp fyri júst tveimum árum.
 
Magnús Eiríksson við Pálma Gunnarssyni
Leygarkvøldið fara íslendingarnir Magnús Eiríksson og Pálma Gunnarsson á pallin. Magnús Eiriksson er uttan iva ein av best umtóktu tónleikarunum í Íslandi, og hansara tónleikur er veruliga vorðin fólkaogn. Hann hevur skrivað eitt ótal av løgum, sum tey flestu kunnu murra við til. Magnús skrivaði fyrsta íslendska sangin, sum var við í Melodi Grand Prix í 1986, og hann var ein av limunum í vælkenda bólkinum Mannakorn. Magnús spælir lættan og melodiskan rokk- og poptónleik. Magnús hevur spælt fleiri fløgur inn saman við KK.
 
Rasmus Lyberth
Sunnukvøldið eiga grønlendingar pallin, tá tann heilt stóri grønlendski trubadururin endiliga verður at hoyra á Norðuatlantsbryggjuni. Grønlendski sangarin, tónasmiðurin og sjónleikarin Rasmus Lyberth er framúrskarandi á palli, og konsertir hansara festa seg í minnið. Røddin er hugvekjandi, og tónleikur hansara skapar eitt heilt serligt huglag.
 
Til ber at keypa atgongumerki til øll kvøldini ella hvørt kvøld fyri seg í forsølu á telefon +45 32823700