Tað var í sambandi við, at handilin er fluttur innaftur í hølini í gongugøtuni, sum eru høvuðsumvæld og víðkað, at handilin Guðrun & Guðrun kundu halda opið hús.
Talan eru um gomlu húsini hjá Buggash, sum eldri havnarfólk vildu sagt, ella Havnarbasarurin. Tey sum eru komin um hálvan aldur høvdu kanska hugsað um radio og plátuhandilin hjá SHJ ella mótahandilin Notre Dame.
##med2##
Niels Finsensgøta fyri 70 árum síðani. Myndin er tikin, áðrenn Sjóvinnubankin fór at byggja, sum endaði við Føroya Banka. Húsini vinstrumegin eru nýumvældu húsini. Húsini høgru megin eru handilshúsini hjá Hans Joensen, sum vórðu tikin niður fyri góðum 30 árum síðani, tá Handilshjarnin varð bygdur.
##med3##
Jú nógvir handlar hava húsast í Niels Finsensgøtu, sum Tórshavnar kommuna, sum eigur húsini, júst hevur høvuðsumvæld, tí tey vóru í so ringum standi.
Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið, har tey kundu síggja nýggju hølini og har tey fingu okkurt til matna og at leska sær við.
##med5##
##med4##
Í vikuni lata Guðrun & Guðrun handilin uppaftur, og tá verður alt virksemið aftur á einum stað, nú tey framyvir fara at brúka allar tríggjar hæddirnar í bygninginum.
##med6##
##med7##
Tað vóru tær báðar Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, sum settu á stovn Guðrun og Guðrun í 2002, og tær hava seinastu 18 árini víðkað um virksemið til at fevna um egnan handil í Havn og á alnetinum umframt altjóða sølu, sum fevnir um millum annað handlar í Danmark, Italia, Týsklandi, Japan, USA og aðrastaðni við.
##med8##
##med9##
##med10##