Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, www.dr.dk, verður nógv gjørt burturúr kappingini Stjerne for en aften. Og ein longri samrøða við vinnaran hesaferð, Guðrun Jacobsen, hevur heitið, Nu skal jeg hjem og prale.
Stutt verður hon førd fram sum sjálvstøðuga gentan av lítlu oynni Tvøroyri (!), sum fór einsamøll til upptøkuroynd í Danmark. Men sigurin fríggjakvøldið var tó meira, enn væntast kundi, og tá bróðurin Eyðun kom á pall og gav eitt langt klemm, so komu tárini fram, sigur greinin.
Spurd, hvat nú skal henda, svarar Guðrun donsku pressuni, at hon nú má sleppa heim at reypa, Bara eitt sindur.
Greinin staðfestir, at trupult er hjá Guðruni at gera vart við seg og sangin í heimaliga umhvørvinum. Og at Guðrun seinni flytur til Danmarkar, er avgjørt ein møguleiki sambært greinini.
Grátandi dómarar
Eingin ivaðist í dygdini, tá Guðrun hevði verið á palli fríggjakvøldið. Hyggjarar góvu henni 52% av atkvøðunum og dómararnir vóru eisini púra samdir. Jaqueline Friis-Mikkelsen tosaði um tað innarliga, sum hugtók so nógv, at hon fegin vildi gloyma flogræðsluna og stuttar flogvøllir, og koma til Føroya fyri at hoyra Guðrun enn einaferð.
Karen Busk segði, at hon veruliga var rørd og nevndi Guðruna fyri einki minni enn eitt "kæmpe talent". Busk segði seg eisini sita við tárum, og tað hevði hon ikki væntað av hesi kappingini.
Síðsti dómarin, Chief 1, fekk beinleiðis hug at bjóða unnustuni út á matstovu. "Eg gjørdist so sentimentalur", segði hann.
Spátt verður óført millum bæði tíðindafólk og fólkini handan sendingina, hvør kann gera seg galdandi. Tá B.T. vitjaði TV-býin til royndirnar hósdagin, so var greitt, at føroyska Guðrun fór at standa seg væl.
Rós
<DIR$?$end$!$
<DIR$?$end$!$
- Hon er ein av teimum fáu, sum vit vóru við uppá, kundi syngja eina balladu.Tað er nevniliga nakað av tí torførasta. Men hon hevur eina fantastiska rødd, sigur redaktørurin Morten Carlsson, sum eisini er hugtikin, tí Guðrun er komin alla ta longu leið einsamøll.
Greinin endar við at minna á semifinaluna á Malta, har Guðrun hittir 12 aðrar vinnarar.
Brøv og heilsanir
Heili 387 høvdu sunnukvøldið nýtt høvið at senda Guðrun eina heilsu á heimasíðuni hjá DR.
Bæði føroyskar og danskar heilsanir og viðmerkingar eru og tey flestu eru heilt bergtikin av songkvinnuni og framførsluni fríggjakvøldið.
Vónleyst er at taka øll brøvini, men lat okkum taka nøkur úr rúgvuni:</DIR$?$end$!$</DIR$?$end$!$

Hey Gu?run. rós mást tú fáa, tú vart fantastisk,ja tárini trilla?u, eg veit ikki hvat hendi,men bestu ynskir frá okkum í húsinum. Kára
Kare Gudrun Jeg var iblandt de personer, der var til audition sammen med dig i sommers. Jeg taler vist for os alle, nar jeg siger, at du gjorde et fabelagtigt indtryk pa samtlige mennesker i lokalet, selvom du vist selv var lidt utilfreds med din prove. Nu har du sa ogsa faet resten af landets befolkning til at tabe kaberne i bar begejstring, hvilket kun er velfortjent. Desvarre kom jeg ikke selv med i konkurrencen, men kan ikke vare skuffet efter at have konkurreret med et talent i din kaliber. Jeg onsker dig al mulig held og lykke i fremtiden. Du er en stjerne uden lige. Bedste hilsner, Trine
<DIR$?$end$!$
<DIR$?$end$!$
Og soleiðis verðuir hildið fram. Og enn ber til at senda eina heilsu, ella lesa tær innkomnu, tað er bara at leita á heimasíðuna hjá DR, www.dr.dk</DIR$?$end$!$</DIR$?$end$!$