Um góðar tvær vikur verður Guðrun Sólja Jacobsen at síggja í Forum í Keypmannahavn, har hon, sum øll longu vita, skal vera við í finaluni í donsku sjónvarpssendingini »Stjerne for en aften« hjá DR.
Luttakararnir í sendingini eru allir at finna á heimasíðuni hjá DR, og harímillum er sjálvsagt eisini Guðrun.
Nógv flest
Av teimum, sum longu eru komin í finaluni og tey, ið hava møguleika fyri at ogna sær eitt finalupláss í morgin, hevur Guðrun fingið nógv flestar heilsanir. Hetta kundi bent á, at Guðrun uttan iva er ein av favorittunum til at vinna kappingina.
Tann, ið hevur fingið næstflestar heilsanir er Tarek Sidki, sum verður við í fjórðingsfinaluni fríggjakvøldið. Men hann var fyrrapartin mikudagin, ikki komin upp á 1000 heilsanir, og tá lá Guðrun á yvir 1100 heilsanum. Tarek Sidki er uttan iva eisini ein av favorittunum til finaluna.
Heilsanirnar til Guðruna eru úr Føroyum og Danmark, men okkurt heilsanin var enntá eisini úr Grønlandi.
Fólkini, ið hava skrivað, eru ógvuliga positiv, og ynskja Guðruni góða eydnu í finaluni, og fortelja henni, hvussu vakurt hon syngur.
Allar heilsanirnar til Guðruna benda á, at hon hevur ikki bert sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum , men so avgjørt eisini inn í hjørtuni á mongum dana.
»Hej Gudrun! Du er den bedste - hvis du ikke vinder finalen, er jeg sikker på at der venter dig noget stort - du har det i dig til at blive en diva. Bare klø på. Tommy - Mar 25, 2003 14:17:15«
Fleiri heilsanir siga eisini, hvussu rørd fólk eru blivin, tá Guðrun hevur sungið, og fær hon í stuttum rós um háls og herðar frá øllum.
Promise me
Tey flestu, ið hava sent heilsanir inn síðani Guðrun var í fjóðringsfinaluni fríggjakvøldið, eru á einum máli um, at Guðrun skal syngja »Promise Me« til finaluni. Hetta er tó ikki tí hon ikki megnaði væl at syngja »Hero«, tvørturímóti. Fleiri nevna, at Guðrun sang sangin nógv betri enn sangarinnan, ið hevur gjørt hann kendan, Mariah Carey. Tey halda bara, at »Promise me« hóskar seg betri til hennara.
Tann stóra finalan verður í Forum tann 4. apríl, og nú fríggjadagin verður greitt, hvørjum øðrum Guðrun skal kappast ímóti.
Frá Føroya Tele verður upplýst, at tey av øllum alvi arbeiða við, at føroyingar eisini skulu fáa møguleika at atkvøða til finaluna. Tó var tað soleiðis, at fleiri fingu sms-boðini aftur, tí kapasiteturin var ov lítil, men hesum verður eisini arbeitt við. Føroya Tele veit fyrst í komandi viku at siga frá, hvussu verður við finaluni frá teirra síðu.
Fakta:
Guðrun Sólja Jacobsen skal í øllum førum kappast ímóti:
Jacob Sveistrup
Martin Pedersen
Í aðru fjórðingsfinalu í annaðkvøld verða:
Tarek Sidki ? Rock With You
Kendra Lohman ? Sexual Healing
Morten Steen ? Get the Fuck out of my Head
Jacob Andersen ? With a Little Help From my Friends
Karen Marie Groth ? Feel Like Making Love
Ea & Martin ? Sometimes Love Just Ain´t Enough
Finalan verður tann 4. mai í Forum í Keypmannahavn
Forum tekur 5000 áskoðarar
Atgongumerki eru til keyps á www.e-billetter.dk