Guðrun føddi fyrsta føroyingin 2012

Tað gekk skjótt fyri seg, tá Guðrun Ólavsdóttir føddi fyrsta føroyingin í 2012.

- Eg varð sett at eiga 27. desember, so tú kanst siga, at dótturin varð eitt sindur seinkað. Men tað gekk væl, sigur Guðrun Ólavsdóttir.

Tey høvdu etið døgurða heima á Strondum nýggjárskvøld, men fóru so til Havnar at bíða.

- Vit fóru inn til systir mína í Havn, men tá klokkan var farin av 10, fóru vit oman á Landssjúkrahúsið, og longu klokkan fýra minuttir yvir miðnátt hevði eg átt, sigur Guðrun Ólavsdóttir.

Hon og maðurin, Marius Joensen, lósu saman til pedagog, og fyrra barnið, ið eisini var ein genta, bleiv fødd á Herlev sjúkrahúsi í Danmark.

Fyri tveimum árum síðani fluttu tey so til Føroya, og leigaðu sær eini hús á Strondum, har Guðrun Ólavsdóttir er frá. Marius Joensen er skálamaður.

- Hetta er so fyrstu ferð eg royni at eiga í Føroyum, og tað gekst ógvuliga væl, sigur Guðrun Ólavsdóttir.

Har vóru tvær aðrar kvinnur, sum áttu rundan um ársskiftið, men tær áttu báðar áðrenn miðnátt. Seinni nýggjársdag bleiv so ein drongur føddur, men hetta var um miðdagsleitið, 12 tímar eftir at fyrsti føroyingujrin í 2012 varð føddur.

- Eg haldi, at tað var gott, at tað varð komið inn í fyrsta januar, tí tað eru onkur í familjuni, sum fylla 31. desember, heldur Guðrun Ólavsdóttir.

Sum nevnt gekk føðingin skjótt fyri seg, og 4000 gramm tunga og 53 sentimetur langa gentan trívist væl.