Tiltikna troyggjan frá donsku sendingini "Forbrydelsen" er so vælumtókt í Danmark, at fyritøkur eru byrjaðar at selja mynstur og garn til stjørnutroyggjuna. Men hetta vilja Guðrun&Guðrun ikki finna seg í.
Tað er neyvan nøkur loyna, at mong royna at binda sær sína egnu stjønutroyggju ella aðrar Guðrun&Guðrun troyggjur.
Men heimasíðan hjá DR veit í dag at siga, at Guðrun&Guðrun nú hava fingið nóg mikið av hesum, og tí vilja tær royna eina sak í rættinum.
Sambært DR hava G&G hótt við at saksøkja donsku fyritøkuna Stof og Sy, tí tær selja garn og bindiuppskriftir til tær fýra G&G troyggjurnar, sum Sarah Lund var ílatin í Forbrydelsen.
Í seinasta lagið í dag skal Stof & Sy steðga søluni av hesum, annars leggja G&G sak.
Men Lene Langballe, sum eigur Stof & Sy sigur við DR, at hon ikki hevur ætlanir um at steðga søluni.
Hon sigur, at tær hava prógv fyri, at stjørnumynstrið er fleiri hundrað ára gamalt, og tí kunnu G&G ikki hava einarætt uppá mynstrið.
- Vit hava ikki rætt til stjørnuna, hon hevur verið til í nógv ár. Trupulleikin er, at tær (Stof & Sy) hava ikki gjørt sína egnu útgávu av mynstrinum, men selja mynstur, litir og garn, sum er júst sum okkara troyggjur, sigur hon við DR.
Tí er nógv sum bendir á, at hetta málið endar í rættinum.
Les meira um málið her: