5. apríl verður fyrsta fløgan hjá Guðrun & Bartal - 'Vónin er' - givin út hjá plátufelagnum Tutl. Klokkan 16.30 verður móttøka í Tutl handlinum, har møguleiki verður at ogna sær fløguna, hitta tey bæði, og fáa eina heilsan í fløguna um hugur er til tess.
Guðrun & Bartal eru ein duo, ið verður borin framm av gittari og sangi. Ikki so nógv hóvasták, men meira tann sterki melodiurin, ið verður raðfestur høgt. Lýsingarorðini kunnu sigast at vera hesi; inniligt, fangandi, melankolskt og vakurt.
Í august 2012 fóru tey í hálvt við at taka upp í Bloch Studios, hjá Jónas Bloch Danielsen. Navnframi tónleikarin og gittarleikarin, Benjamin Petersen, hevur frammleitt og staðið á odda fyri upptøkunum. Fløgan er ljóðblandað í Støkumørk studios, hjá Jens L Thomsen, av Benjamini Petersen. Heidi Andreasen eigur sniðgeving og uppsetan av húsanum.
Guðrun & Bartal vunnu tónleikakappingina Sement 2011, og varð tað starskotið til eitt hendingaríkt tónaleikaár hjá duoini. Tey hava spælt fleiri konsertir kring landið, og gjørdust nummar tvey til sangskrivarakappingina hjá Amnesty, við lagnum 'Hygg rundan um'.
Á fløguni eru 10 løg, og er tað Bartal ið eigur bæði orð og løg. Benjamin Petersen hevur framleitt.
Tónleikarar á fløguni eru:
Guðrun Pætursdóttir Háberg / Sang og kór
Bartal Augsustinussen / gittar, klaver, ljómborð
Mikael Blak / bass, moog, ljómborð, klaver, pumpuorgul, omnichord, mellotron
Høgni Lisberg / trummur, slagverk, kór
Benjamin Petersen / ljómborð mandogittar, klokkuspæl, slagverk, kór
Jákup Zachariasen / steelgittar
Angelika Nielsen / violin, bratsj
Tóri Restorff Jacobsen / cello
Per I. Højgaard Petersen / slagverk
Gestasangarar:
Finnur Koba
Hans Marius Ziska
Niðanfyri ber til at lurta eftir fyrsta staklagnum hjá Guðrun & Bartal, 'Brýr'