Guðrið Weihe prógv í stjórnmálafrøði

25. august 2004 fekk Guðrið Weihe, Tvøroyri, prógv í stjórnmálafrøði við
Lærda Háskúlan í Keypmannahavn við sergreinunum umsiting, leiðsla og
altjóða politikkur.

Sum lið í útbúgvingini hevur Guðrið verið í
starvsvenjing á donsku sendistovuni í Berlin, harumframt hevur hon
starvast hjá ráðgevingarfyritøkuni RAMBØLL Management, Dansk
EvalueringsSelskab og seinast sum granskingarhjálp hjá professer Ove K.
Pedersen vid Lærda Háskúlan í Keypmannahavn.