Guðrið takkaði fyri 60.000 krónur

Tað var Guðrið Stensen, sum í kvøld fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

 

Hon var spent, men dugdi væl at bera tað, tá hon fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í gekka-spælinum í kvøld. Her hevði hon møguleikan at vinna 2,2 miljónir krónur, sum var høvuðsvinningurin. 

Men, eins og flestu onnur, sum fáa fulla plátu og sleppa at snara hjólinum, so valdi Guðrið Stensen úr Havn at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar - við 750.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Men, Guðrið Stensen valdi at snara hjólinum einaferð aftrat.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý gav henni ein vinning á 60.000 krónur. Her valdi hon at gevast og takkaði fyri tær 60.000 krónurnar.

Guðrið Stensen fekk ikki stóra leypavinningin, men kortini fekk hon í kvøld ein vinning, sum munar, tí 60.000 krónur er so sanniliga eisini pengar.

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 2,4 miljónir krónur.