Theodor Eli Dam Olsen. prestur
-----
Føroyar eru eitt lítið land. Tað vita vit. Øll eru skyld við onkran, og onkur annar er systkinabarn við onkran triðja. Og tað ger ikki støðuna lættari, at upp aftur fleiri kanska hava dittað sær at sagt sína meining.
Gaman í, vit hava fólkaræði í Føroyum, siga vit. Vit eru hava talufrælsi. Men hvat skal man brúka tað til, var tað onkur sum spurdi.
Hesa seinastu tíðina eru rættiliga nógv fólk mett at vera óegnað ella kanska ógegnig, tí tey hava vágað sær at fáast við fólkaræðið í Føroyum. Tey hava enntá stillað upp fyri onkran flokk. Og tað, ið verri er: Tey hava kanska sitið á Føroya løgtingi okkurt skifti. Tey byrja við at verða uppstillað – síðan gerast tey upphongd!
Onkur hevur fingið av grovfílini, tí viðkomandi er blaðstjóri og óheftur viðmerkjari. Men tað ber ikki til, tí pápi hansara hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin, og sjálvur hevur hann verið uppstillaður.
Herfyri bleiv ein kanningarstjóri valdur. Men tað fall ikki í góða jørð. Hóast hann er virdur sum sakførari, varð hann mettur at hava tað lýti, at hann hevði sitið eitt stutt skifti á tingi fyri Fólkaflokkin. Fyri næstan tjúga árum síðani. Ber tað so til at gera eina løgfrøðiliga kanning?
Og hesa vikuna fekk ein tíðindaleiðari skotið í skógvarnar, at hon hevði verið skrivari hjá Tjóðveldi. So kanst tú eftir øllum at døma ikki virka sum tíðindafólk í Føroyum. Sjálv vísti hon staðiliga aftur, at hon skuldi havt verið organiserað partapolitiskt.
Vit kunnu spyrja, um hetta er sunt fyri okkara fólkaræði? Er tað sunt at diskvalifisera fólk, av tí at tey hava tikið ábyrgd og bjóðað seg fram at taka lut í fólkaræðinum? Eiga vit ikki at hava nógv størri álit á fólki, tá vit vita, hvar vit hava tey?
Føroyar eru eitt lítið land. Tað vita vit. Øll eru skyld við onkran, og onkur annar er systkinabarn við onkran triðja. Og onkur hevur kanska dittað sær at sagt sína meining. Men tá landið er lítið og enntá tykist at minka, er brúk fyri øllum góðum kreftum.
Fyri einari viku síðani vóru 50 ár liðin, síðan brestirnir smullu í Texas og gjørdu av við Kennedy. Tað var hann, sum segði, at tú ikki skuldi spyrja, hvat landið kann gera fyri teg, men spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri landið!
Vit kundu lænt hesi orðini og spurt: Spyr ikki, hvat landið kann gera fyri okkum, spyr heldur um, hvat tú kanst gera fyri tey, ið gera okkurt munagott fyri landið!