Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin, Guðmundur Guðmundsson, sum var venjari hjá manslandsliðnum hjá dønum í 2016, tá Danmark vann gull til OL í Rio de Janeiro í Brasil, hevur í dag skrivað sáttmála við íslendska hondbóltssambandið.
Guðmundur Guðmundsson var eisini landsliðsvenjari hjá Íslandi frá 2008 til 2012, har hann stóð fyri íslendska landsliðnum, sum í 2008 vann silvur til OL endaspælið í Beijing. Í mun til tá, er talan í størri mun um eina umskiftingartíð hjá íslendska landsliðnum nú.
- Tað er ein avbjóðing at yvirtaka landsliðsvenjarastarvið júst nú. Úrslitini hava ikki verið so góð, men tað skyldast mest av, at eitt stórt ættarliðsskiftið hevur verið framt á íslendska landsliðnum. Tí skal tíð leggjast av til at enduruppbyggja landsliðið, sigur Guðmundur Guðmundsson í samrøðu við heimasíðuna visir.
Sáttmálin millum Guðmund Guðmundsson og íslendska hondbóltssambandið er galdandi fyri næstu trý árini.