Grundstykki til øll

Sámal í Gong
Valevni á lista H til býráðsvalið

Verandi samgonga hevur við danskari ráðgeving staðið fyri at leggja allan Hoyvíkshagan út til bygging uttan fyrilit fyri bóndagarðsbrúkinum. Ein útstykking í ovurstórari vídd, har trupult er at fáa eyga á hvør samanhangur er í útbyggingini og hvussu býarparturin er skipaður við teim funktiónum, ið hartil hoyra. Um bústaðarøkið nakrantíð verður annað enn ein sovibýur kann ivast stórliga í. Eru øki løgd út til handil og ídnað, mentanarøki, spælipláss og frítíðarøki, heilsubótarstøð og annað ?
Tá danskir ráðgevar skulu siga býráðnum hvussu farast skal fram, kann framtíðar menning ikki blíva annað enn eitt danskt bústaðarmynstur.
Føroyskt lendi er annar-leiðis háttað enn tað danska, og búsetingarmynstrið er eisini annar-leiðis ? sjálvt um hetta undir fleiri ára útlendskari ávirkan er vorið meiri og minni gelt.
Onnur øki ? stór og smá - finnast kring um í Tórshavnar kommunu, og væl ber til at leggja út til øll samfelagsins endamál uttan at skapa deyð og einki-sigandi búpláss.
Setið krossin við meg týsdagin, og tit skulu verða vís í, at annað skil skal koma í ta óskipaðu og sera vánaligt stýrdu býarplanlegging, ið verandi samgonga hevur staðið fyri. Allir borgarar skulu innan 4 mánaðir fáa tillutað grundøki ? ikki bara í haganum í Hoyvík, men allar staðir har byggiøki kunnu leggjast út.