Grundlógarbroyting brúkt til at ræða føroyingar við

-Tað er als ikki neyðugt við grundlógarbroyting fyri, at føroyingar kunnu fáa fullveldi. Eg beri ótta fyri, at danir - tá teir senda Nyrup, Niels Helveg Petersen og Anders Fogh Rasmussen til Føroya at úttala seg um fullveldi og grundlóg - rætt og slætt vilja ræða okkum sigur Jógvan Sundstein í eini viðmerking til úttalilsini, sum hava verið í seinastuni um grundlóg og fullveldi

Tað hevur fingið ilt í fyrrverandi løgmann, Jógvan Sundstein, at bæði fyrrverandi og núverandi danskir topppolitikarar koma við úttalilsum um, at føroyskt fullveldi bert kann gerast veruleiki, um danska grundlógin fyrst verður broytt.

-Danska grundlógin nevnir ongastaðni Føroyar. Tað er tí greitt, at tað skal als eingin grundlógarbroyting til fyri at Føroyar kunnu gerast fullveldi sigur Jógvan Sundstein, sum heldur tað er spell at hoyra, at eisini fyrrverandi løgmálaráðharrin Erling Olsen skal vera farin upp í kórið av donskum politikarum, sum vilja brúka donsku grundlógina sum eitt slag av forðing fyri at geva Føroyum fullveldi.

Fyrrverandi løgmaður Jógvan Sundstekn vísir eisini til tað, sum kendi danski serfrøðingurin Fredrik Harrof hevur sagt um hetta málið. Hann hevur gjørt fullkomiliga greitt, at tað er ikki neyðugt at broyta grundlógina fyri at geva føroyingum fullveldi - tvs. at kunna fara burtur úr danska ríkinum.

-Eg haldi tí eisini, at menn sum Anders Fogh Rasmussen, sum var í Føroyum og tosaði um, at tað var neyðugt við at broyta donsku grundlógina fyri at føroyingar kundu taka fullveldi, fullkomiliga hava misskilt hetta. Tað er rætt og slætt einki haldi í tí hann førir fram sigur Jógvan Sundstein og heldur fram:

-Fyri mær sær tað út til, at danir senda leiðandi politikarar og embætismenn til Føroya - Nyrup, Anders Fogh Rasmussen, Niels Helveg Petersen og Arne Larsen - bara fyri at ræða føroyingar.

Hann leggur aftrat, at tað er eitt sindur ørkymlandi fyri seg, at danir fyrst tosa hart um, at teir vilja ikki blanda seg, at føroyingar skulu sjálvir avgera framtíðina, men fyri síðani at koma við øllum møguligum umberingum fyri at tað kortini ikki er so líkatil.