Grundarlagið er nóg gott

Síðani Skála vann triðju deild í fjør, hevur elevatorurin hjá liðnum bert gingið uppeftir

 

Uppflyting


Tað var sjálvandi ein fegin liðformaður hjá Skála, sum Sosialurin fekk orðið á, beint eftir at hann saman við liðfeløgunum hevði staðfest, at komandi árið skulu teir spæla í bestu manbsdeildini.

Tað er annars bert eitt ár síðani, at Skálamenn kundu erpa sær av at hava vunnið triðju deild, og spurdur, um hann hevði roknað við fyrstu deildarfótbólti, tá teir í fjør vunnu triðju deild, segði Pauli, at tað hevði hann so avgjørt ikki droymt um.

- Vit settu okkuim sum mál at stabilisera okkum í deildini. Hetta mál skuldi millum annað røkkast við at seta Eugen Voda sum venjara. Hann fekk okkum í rættiliga góða venjing frá kappingarársbyrjan, og eftir at vit beinan vegin vóru í oddinum, hava vit sjálvandi roynt at hanga í.

Tað kann kanska ljóðað eitt sindur løgið, men eins og nýggi venjarin soleiðis átti sín lut í góða árinum, so varð hein sagdur úr starvinum fáar dystir undan kappingarloki.

Um hetta sigur Pauli, at sum støðan bleiv, so var hetta eitt neyðugt stig at taka, uttanm at liðskiparin tó vil siga nágreiniliga frá, hvat tað var, sum hendi, tá venjarin varð sagdur úr starvinum.


Mugu hava styrk

Eftir stóru løtuna, ið sum kunnugt varð grundløgd fyri viku síðani á Sandi, spurdu vit at enda liðskiparan um, hvørjar vónir hann hevur um framtíðar tilveruna hjá felagnum í fyrstu deild.

- Tað havi eg so slettis ikki hugsað nakað sum helst um enn. Tað verður allar helst neyðugt við styrki uttanifrá, men hinvegin haldi eg at fundamentið á liðnum er á eini leið, so heilt ógjørligt verður tað als iki, sigur altso Pauli Hansen at enda.