Grundarlag undir før- oyskum veitingum til komandi oljuvinnu

Bæði oljumálaráðharrin og vinnumálaráðharrin vórðu til steðar, tá umboð fyri Saga Petroleum í farnu viku handaðu Føroya Arbeisðgevarafelag eina frágreiðing um møguligar føroyskar veitarar í eini komandi oljuvinnu

Í farnu viku handaði stjórin í Saga Føroyar, Geir Atle Rishovd stjóranum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jan Mortensen, eina frágreiðing um føroyskar fyritøkur sum møguligir veitarar til eina framtíðar oljuvinnu.

Talan er um eina rættiliga stóra og nágreiniliga kanning av føroyskum fyritøkum, ið kundu hugsað sær av verið við í eini komandi oljuvinnu.

Tað var í 1997, at Saga Petroleum beyð sær til at hjálpa føroyskum fyritøkum í fyrsta umfari við at gera eina skráseting av fyritøkum og síðani eina kanning av, hvussu fyritøkurnar eru fyri at kunna veita eini oljuvinnu vørur og tænastur.

Tað vísti seg skjótt, at sera stórur áhugi var fyri at vera við í hesi kanningini og umfatar frágreiðingin hjá Saga ikki færri enn 100 fyritøkur av ymsum slag. Bæði í 1998 og í 1999 hava fólk frá Saga Petroleum vitjað tey mongu føroysku virkini. Skrásetingin er gjørd við útfylling av spurnarblað, luttøku á kunningarfundum og við at Saga hevur vitjað tey flestu av luttakandi virkjunum.

Í farnu viku beyð Saga umboðum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og landsstýrið og pressuna til samkomu, har frágreiðingin varð handað. Ikki kann sigast annað enn, at stórur áhugi er fyri hesi frágreiðingini, tí bæði Eyðunn Elttør, oljumálaráðharri og Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri vóru við. Kei Mortensen umboðaði fiskivinnumyndugleikarnnar.

Hvat er so komið burtur úr hesi frágreiðing! Á samkomuni varð greitt frá úrslitinum og í hesum sambandi luttók projektleiðarin Tarjei Hemstad frá Saga. Harumframt vóru eisini Geir Atle Rishovd og Pauli Einarssson frá Saga skrivstovuni í Føroyum við. Umframt hesar hevur eisini Svein Børresen arbeitt við verkætlanini.

Geir Atle Rishovd vísti á, at talan er um at ?flyta? royndir og upplæring frá einum frálandaøki til eitt annað, og nú Saga ætlar sær at vera við í leiting eftir olju og gassi við Føroyar er tað eisini náttúrligt, at felagið hjálpir føroyingum, soleiðis at føroyingar mest møguligt kunnu vera við í hesi vinnu. -Tað er eitt av sermerkjunum fyri Saga, at fyritøkur brúka lokala arbeiðsmegi og tænastur.

Tarjei Hemstad fegnaðist um tann stóra áhugan, sum føroyingar hava víst verkætlanini hjá Saga. Eftir at hava verið ikki færri enn seks ferðir í Føroyum og vitjað virki er niðurstøðan tann, at mong virki eru før fyri at vera við í oljuvinnuni, hóast flest øll virkini av góðum grundum tørva royndir í hesi nýggju vinnu. -Men taka vit slíkt sum cathering ol. eru føroyingar longu nú tilreiðar at lúka krøvini. Tó so at øll virkini hava brúk fyri upplæring.

Frágreiðingin ber heiti ?Leverandørkartlegging? og fevnir um ikki færri enn 100 føroyskar fyritøkur. Endamálið við hesi verkætlan er at fáa føroyskar fyritøkur í mest møguligan mun at vera við at lata veita vørur og tænastu til eina komandi oljuvinnu. Í tí sambandi er tað altavgerandi at greiða frá teimum krøvum, sum altjóða oljuídnaðurin setir eina lokal ídnað og at vita, hvussu føroysk virki kunnu liva upp til hesi krøv.

Í hesum sambandi vilja fólk frá Saga hjálpa virkjum og stovnum at uppbyggja víðari vitan umframt at hjálpa virkjum, sum hava áhuga, at fáa samband við verandi veitarar á oljuøkinum. Í hesum sambandi hevur Saga longu verið við til útvega føroyskum virkjum uppgávur í oljuvinnuni í eitt nú Noregi. Tað er umráðandi, at føroysk virki meta ein oljuútvikling sum ?eitt nýtt bein? at standa á og at tey ikki leggja alla aðra framleiðslu frá sær.

Tá leiting fer í gongd er tørvur á eini rúgvu av veitingum, og her er talan um samstarv millum lokalu virkini og tað virkið, sum stendur fyri sjálvari boringini. Og hóast oljufeløgini vanliga ikki leggja seg út í hessar uppgávur, so bjóðar Saga sær til at hjálpa føroyskum fyritøkum at vera við. Og her koma royndirnar frá ?Florø? basanum í Noregi væl við.

Á samkomuni á Hotel Hafnia kom frá, at Saga Petroleum vil sleppa at arbeiða sum ein partur av føroyska samfelagnum og vil í hesum sambandi fegið geva vitan og royndir frá Noregi til Føroya. Her verður nevnt, at søga, siðir og mál í Noregi og Føroyum kunnu samanberast.

Pauli Einarsson, sum hevur verið sera eldhugaður fyri at fáa føroyskar fyritøkur við í eina oljuvinnu vísti á, at Saga hevur roynt at seta føroyingar í arbeiði umframt at stuðla tiltøkum í Føroyum, sum kunnu fáa týdning. Her nevndi hann m.a. stuðul til eina føroyska orðabók við tekniskum nøvnum og fyribrigdum frá oljuvinnuni og stuðul til eina kanning um socio-økonomisku avleiðingarnar fyri fiskiveiðuna.


Fylgja tí upp

Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag var sera fegin um frágreiðingina frá Saga. Hann metti tilfarið vera sera gott fyri eina føroyska luttøku í komandi oljuvinnuni. Hetta tilfarið er so við at seta eina prosess í gongd, og vit skulu nú royna at fylgja hesum upp eitt nú við onkrari skipan, sum kann hava eftirlit við gongdini og tryggja, at nakað skilagott kemur burturúr.


Hjálpir okkum at skilja okkum sjálvi

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge segði undir samkomuni á Hotel Hafnia, at tilfarið frá Saga kemur sera væl við. Hetta eru týðandi upplýsingar hjá føroyskum myndugleikum og vinnuni at hava tøkar. Hann helt fyri, at tað hevur stóran týdning, at vit føroyingar betur skilja okkara egna samfelag, men til tess tørvar okkum í mangar mátar upplýsingar. Og her kann faglig hjálp uttanífrá koma væl við. Í hesum sambandi vísti Finnbogi Arge m.a. á, hvussu íslendska skipafelagið Eimship í støðugt størri mun brúkar Føroyar sum altjóða umskipanarhavn.

-Nú koma tit so úr Noregi við einum positivum íkasti, sum fer at gera tað lættari hjá okkum bæði at skilja okkara egnu støðu og at menna hesa til at taka ímóti framtíðar avbjóðingum so sum oljuvinnuni.

Finnbogi Arge helt Saga hevði gjørt eitt gott arbeiði, og hóast hetta sjálvandi var gjørt fyri tess egnu skyld, so er hetta eisini nakað, sum kemur Føroyum væl við.