Grundarlag kann vera lagt fyri semju

Verkfallið í dag er útsett eftir at eitt nýtt útspæl er komið úr Fíggjarmálaráðnum

- Tað kom eitt nýtt útspæl úr Fíggjarmálaráðnum og tað kann verða grundarlagið undir eini semju.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað er beinleiðis orsøkin til, at verkfallið hjá maskimonnunum, skipaunum og stýrimonnunum hjá Strandferðsluni og Magnusi Heinason, er útsett.

 

Verkfallið skuldi annars koma í gildi nú seinnapartin klokkan 17, men nú er tað útsett eina viku.

 

Í gjár var ein hendingaríkur dagur. Eftir at samráðingarnar slitnaðu hósdagin, og verkfall varð fráboðað frá klokkan 17 í dag at rokna, hevur verið nógv virksemi, serliga í gjár.

 

Landsstýrið varð samankallað á snarfund á náttúrða í gjárkvøldið og har varð semja um at biðja løgtingsformannin kalla Løgtingið saman klokkan 13 í dag at forða fyri verkfallinum við lóg.

 

Men á midnátt komu mótboð og tingfundurin varð avlýstur aftur.

 

Terje Sigurðsson sigur, at samband var ímillum partarnar í gjárkvøldið og í tá legði Fíggjarmálaráðið eitt nýtt hugskot, sum hann kallar tað, á borðið.

 

- Vit mettu, at hetta kann vera grundarlagið undir samráðingum og tí hava vit brúkt okkara heimild til at útseta verkfallið í eina viku, frá í dag klokkan 17 at rokna, sigur Terje Sigurðsson.

 

Hendan vikan kann tó verða longri, tí semingsmaðurin sigur, at tað verður í hvussu so er einki verkfall so leingi samráðst verður, um tað so fer útum eina viku.

 

Semingsmaðurin sigur, at partarnir eru nú farnir hvør til sítt at hugsa um nýggja útspælið frá Fíggjarmálaráðnum og so verða samráðingarnar tiknar upp aftur í næstu viku.

 

- Eg vildi mett, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur mikudagin og so verður samráðst út í eitt, til tað røkkur ella støkkur, sigur semingsmaðurin

 

Hann vil ikki siga eitt orð um, hvat liggur í hesum nýggja útspælinum frá Fíggjarmálaráðnum.