Grønlendskir trolarar stoyttu saman

Leygarkvøldið stoyttu tveir grønlendskir trolarar, Polar Nataarnaq og Akamalik, saman sunnan fyri Maniitsoq.

Sjóferðslustýrið fer at kanna, um allar sjóferðslureglur vórðu hildnar, tá skipini stoyttu saman.

Fyrrapartin í dag komu skipini til Nuuk, har løgreglan avhoyrir manningarnar og hyggur upp á skaðarnar, sum skipini hava fingið.

 

Polar Nataarnaq, sum Polar Seafood eigur, hevur fingið sjónligar skaðar har frammi, og kannað verður eisini, hvørjir skaðarnir á trolaranum, Akamalik hjá Royal Greenland, eru.

 

Sermitsiaq veit at siga, at hitt fyrra skipið, Akamalik, legði til bryggju í Nuuk umleið klokkan 07 í morgun, og Polar Nataarnaq legði til bryggju umleið klokkan 09.30 - í báðum førum lokala tíð.

 

Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Jens Rønberg, upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at løgreglan í dag hevur avhoyrt skipara og stýrimann umborð á Akamalik, sum var hin fyrri til bryggju.

 

Yvirmenn og skipsmanningar á báðum skipum skulu avhoyrast.

 

Grønlands Politi vil einki siga um, hvør orsøkin var til, at skipini stoyttu saman. Løgreglan hevur ongan hug at gera viðmerkingar til sjálva hendingina, fyrr enn fólk á báðum skipum eru avhoyrd. 

 

Sambært Grønlands Politi verður málið latið Sjóferðslustýrinum, og her verður eitt nú kannað eftir, um allar sjóferðslureglur vórðu hildnar, tá hendingin fór fram.

 

Sum skilst, hevur løgreglan í Grønlandi onga fráboðan fingið um, at nakar persónsskaði hendi, tá skipini stoyttu saman. 

 

Vaktleiðarin, Jens Rønberg, dugir í løtuni ikki at siga, hvussu stórir materiellu skaðarnir eru, men hann leggur aftrat, at bæði skipini hava siglt úr økinum við  Maniitsoq til Nuuk.  

 

Sjóferðslustýrið fer at kanna, um allar sjóferðslureglur vórðu hildnar, tá skipini stoyttu saman.