Stjórnarleiðarin í Grønlandi, landsstýrisformaðurin Múte Bourup Egede, skuldi í dag havt vitjað í Danmark fyri at vitja Fríðrik kong.
Men av enn ókendum orsøkum er vitjanin nú útsett. Hetta stendur í kongaliga kalendaranum.
Kongshúsið hevur einki meira at leggja afturat, men vísir til grønlendska landsstýrið.
Tað hevur ikki verið nógv at frætt um vitjanina millum kongin og landsstýrisformannin, annað enn, at kongurin skuldi taka ímóti Múte B. Egede á Fríðriki VIII-slotti á Amalienborg í dag kl 10.
Grønlendska vitjanin er um sama mundið, sum serligt fokus hevur verið á sjálvstýri.
Serliga eftir nýggjársrøðuna hjá landsstýrisformanninum nýggjársdag, og eftir hetta kyknaði kjakið um sjálvstýri Grønlands upp aftur.
- Tað er tíð uppá at taka næsta stigið fyri okkara land, segði Múte B. Egede.
Eisini komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur seinastu tíðina enn einaferð flørtað við tankum um at eiga og stýra Grønlandi.
Tá Donald Trump fyrstu ferð tosaði um at keypa Grønland í sínum fyrsta forsetaskeiði í 2019, samanbar hann tað við eina stóra fastognaravtalu.
Hesaferð hevur hann ikki tosað beinleiðis um at keypa Grønland, men heldur um, at ognarrættur og ræði eru "avgerandi" og at bæði USA - og fólkið í Grønlandi - ynskja nærveru USA.
/Ritzau/