Frum við nýggjum tónleiki: »Rise« lýsir eina nýggja byrjan

Eftir tveyára steðg er Frum – tónleikaverkætlanin hjá Jenný Kragesteen – aftur á tónleikapallinum við nýggja staklagnum Rise.

Hetta er byrjanin til eina nýggja og spennandi tíð hjá Frum, har fleiri útgávur eru ávegis í fyrru hálvu av 2025.

 

Í tveir mánaðar fekk Jenný høvi at arbeiða í listahúsinum Sigurhæðir á Akureyri. Har skrivaði og framleiddi hon nýggjan tónleik, sum er grundarlagið undir nýggju útgávurnar.

 

Aftaná hetta flutti hon til Noregs, har hon hevur samstarvað við framleiðaran Sjur Folgerø, sum hevur samframleitt Rise.

 

Staklagið Rise lýsir nýggja byrjan, skapandi frælsi og teir tankar og upplivingar, sum hava verið drívmegin í hesi verkætlanini.

 

Við sínum sermerktu ljóðheimi og fangandi tónleiki gevur Frum okkum eina smakkroynd av, hvat vit kunnu vænta í komandi útgávunum.

 

Rise er tøkt á øllum stroymingarpallum frá í dag.

 

Hoyr Rise her