Bygdin Æðuvík er millum tær yngstu í landinum, niðursetubygd av Nesi, og tað var ikki fyrrenn í 1897, at Jóhannes og Sanna Davidsen settu seg niður í bygdini sum tey fyrstu. Nakað meiri enn stórthundrað ár seinri búleikast nú 91 fólk í Æðuvík. Ein ábending um, at djørvu niðursetufólkini tóku røttu avgerðina í røttum tíma, hóast tað man hava verið tungligt og strævið mangan tey fyrstu árini. Hóast hon er av ringastu brimplássum, uppgangurin kann vera øgiligur, so liggur bygdin væl fyri til útróður, og náttúran kring um bygdina er høglig - fyri ikki at siga fascinerandi. Ikki minst kemur hetta børnunum til góðar, sum dagliga eru í dagstovnarøkt á Víkini – savningardepli bygdarinnar – har stórur føðingardagur verður í dag, nú Jóhan Davidsen fer um sjeyti ára hvarvið. Kavaklødd liggur bygdin og kyrt er við klettin, huglagið er sum bygdin, alt so friðsælt sum fólkið, ið her býr, sum í flestu lutum draga eina línu.
Jóhan í Æðuvík verður hann róptur fyri tað mesta, og er hann sonur Ellind og Sannu og miðlingur av teirra fimm børnum. Hann vaks upp í bygdini, sum hóast ung, rekur træðrir aftur til eldri søguligar tíðir. Nøvn sum Tinghella, Árting og Sigmundarhola bera av røttum á tað borðið. Her vaks hann upp sum aðrir dreingir, og hóast skúli hevur verið í Æðuvík, so varð hann niðurlagdur í 50´unum í hinari øldini, og eftir tað gekk leiðin fyri tað nógva yvir á Toftir, táið tað snúði seg um kálvføðing í skúlaskapi. Jóhan gekk eisini ta leiðina. Táið hann hevði hespað 5 ár upp á snælduna í skúlanum á Toftum, saðlaði hann um, og kom inn á Glyvrar at ganga í 6. og 7. flokki. Hetta er tíðarskeiðið, táið politisk órógv er í gomlu Nes Sóknar Kommunu, somikið, at hon gongur sundur í tvinnar lutir. Um tað er orsøkin til skiftið hjá Jóhan, veit eg ikki, men ein sannroynd er tað, at Æðuvík gjørdist partur av innaru kommununi – Runavíkar kommunu – og kann tað tí vera orsøkin, hóast æðuvíkingar eisini hava gingið skúlan á Toftum eftir hetta.
Soleiðis gjørdust vit báðir Jóhan floksfelagar í Glyvra skúla í tvey ár - og bondini millum skúlafelagar slitna fyri tað nógva ongantíð. Hetta var annars ein rættiliga buldrasligur flokkur av nógvum ungdómum, økið stóð tá í stórum vøkstri, og nærri tú kemur kynbúningaraldri, tað rokaligari verður tað, og tað strævnari verður tað hjá kennarum at halda skil og aga á og í troppunum. Hugurin var ikki altíð tann hann burdi verið, og Jóhan helt sjálvur fyri í sjónvarpssamrøðu, at hann og skúlin gingu ikki rættiliga í takt. Hinvegin var hann ein sera fittligur, positivur og sáttligur drongur. Góðsligur eisini. Hann gekk ikki fremstur, táið adrenalinið var á kókinum. Einaferð kom tað so at teimum mørkum, at lok varð lagt á barnaskúlan, og tá í tíðini var tað soleiðis, at onkur helt fram í realskúlanum á Glyvrum, onkur annar valdi 8. flokk á Toftum, og onkur triðji valdi at fara út arbeiðsmarknaðin.
Skótalið Grím Kambans var uppi á døgum hesa tíðina, og stutt fyri at vit skuldu fara í 7. flokk – hetta var á sumri í 1968 – fingu vit møguleikan at fara á skótalegu heima á Sandi saman við klaksvíkingum í Skótaliði Nólsoyar Páls. Umframt okkum báðar Jóhan vóru vit fleiri higani, og tað gjørdist ein minnilig ferð. Ikki minst tí at tað var himmalsins ódnarveður teir fyrstu tríggjar dagarnar, tað var ikki hugsningur um at fáa tjøldini upp at standa, tíansheldur nakað annað, og tíbetur veittu heimasandsfólk okkum alla ta hjálp, sum neyðug var, m.a. læntu tey okkum skúlan í bygdini at húsast í hesar dagarnar, táið tað stóð um húsbrot. Seinri tjaldaðu vit niðri við Mølheyggjarnar og tað gjørdist ein ferð, sum ongin okkara nakrantíð gloymir. Umframt alt tað, sum skótar vanliga fáast við, minnist eg, at vit gingu til Skopunar fyri at síggja Zorro og aðrar hugaðar menn dystast á tjaldinum í Skopunar Bio, tað var ikki hissini forkunnugt, hóast vit vóru vanir við hesa sjangruna í Glyvra Bio. Vit hugnaðu okkum óført hesar dagarnar, og eg kann ætla, at teir flestu sum komu eystaneftir, um Djúpini og Leirvíksfjørð, eisini minnast aftur á hendan framúr góða túrin, sum spenti so víða í veðri, umstøðum og upplivingum.
Jóhan valdi at fara á arbeiðsmarknaðin eftir 7. flokk og ferming. Nógvir ungir menn valdu tá at fara á flakavirkið Lynfrost at arbeiða, - Jóhan var ein teirra. Táið nakað var fráliðið, valdi hann eina aðra bransju, hann fór í starv hjá E. Pihl & Søn, ein byggifyritøka, sum tá hevði heilt nógv virksemi í Føroyum. Tá hvarv hann úr gerandisdegnum um hesi svæði og flutti til Havnar at búgva, har tað ivaleyst hevur verið høgligari at búleikast í mun til arbeiðið, sum hann nú var vorðin partur av. Undirstøðan var ein onnur, enn hon er í dag – mjólkarbátarnir einasta infrastruktuella álitið. Kortini sóu vit hann aftur, treyðugt so, ikki minst í vikuskiftum, táið vit brúktu tíðina í Glyvra Bio, sum tá var hildin at vera Mekka í Føroyum, táið tað galt rokk- og poppmentan. Jóhan hevur eisini havt stóran áhuga fyri føroyskum dansi. Tíðliga sást hann eisini koyra bil, sum vit bara kundu skoða langt eftir, táið vit nóg illa kneykraðu einum prutli á fíggjarliga mótinum.
Í 2001 var Æðuvík kosin at vera Føroya best røkta bygd, men fyri tað hevði hon í nógv ár (áðrenn IRF kom í eyga) verið meginkøsturin hjá eysturoyingum. Fossdalsbakki, grannin hjá tølandi natúrfenomeninum Fossdalsgjógv. Tíbetur fekst skil á hesum ólíkindum, og havi eg varhugan av, at hetta serstakliga týðandi starv, at vera ruskinnsavnari, renovatiónsarbeiðari ella gøtusópari, verður undirmett av mongum. Tað er sum við ravmagninum frá SEV, ikki fyrrenn black-out er í kervinum, kontaktirnar óvirknar, varnast vit týdningin. Um dagarnar hoyrdu vit ein føroying í útvarpinum siga frá óskilinum í ruskinnsavnanini í Havanna, har ikki var verandi í gøtunum fyri rotroyki, úr trivaligum ruskdungum, sum rak í nasarnar. Í USA hava renovatiónsarbeiðarar eina heilt aðra tign, og mær kom til hugs hin sálaða pastorin Martin Luther King, sum á vitjan í Memphis, Tennessee, hin 4. apríl 1968, í røðu frá svalanum á einum gistingarhúsi við djúpari patos stuðlaði littum ruskinnsavnarum í verkfalli. Júst tá var tað, at ein slysskjútti tók lívið frá honum við eini røð av riflukúlum. Drápsmaðurin fekk 99 ár handan rimarnar.
Jóhan valdi at fara hesa leiðina. Í tjúgu ár savnaði hann - saman við øðrum - ruskposar inn frá borgarum í høvuðsstaðnum. Stígur kom í, eftir at ruskinnsavnanin skifti hendur, eitt stutt skifti var hann arbeiðsleysur, tað dámdi honum onki, hann er virkin av lyndi, men skjótt var tað, at hann aftur sást í havnargøtum við hjólbøru, neyðugum amboðum og gulum vesti í starvi hjá kommununi. Øll heilsaðu hesum vinskipiliga manni, og tað var ofta, at vit báðir, gomlu skúlafelagarnir, komu í prát. Eitt eyðkenni við Jóhan sum arbeiðsmanni var tað kortini, at hann gavst ikki at arbeiða, fyri tað um fólk amaðust uppi á honum til eitt prát. Hann helt bara kós og ferð, og ynskti tú at tosa við hann, var ikki annað fyri enn at fylgja eftir honum á leiðini. Tey seinru árini er heilsan í fleiri skiftum álvarsliga álopin, men hann hevur hórað undan og er rímiliga væl fyri, nú hann fer um sjeyti ára hvarvið, og heimbygdin fer at heiðra hann á hesum hátíðardegi hansara.
Í árinum 2006 gjørdi sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya nakrar sendingar undir heitinum ”Ymisk lív”. Barbara, Hans Petur og Thomas Koba skipaðu fyri, og tá gjørdist Jóhan Davidsen, Jóhan í Æðuvík, ein sjónvarpsstjørna, sum legðist undir húðina á øllum føroyingum. Metodan var tesa og antitesa, men ongin syntesa, tí teir báðir høvuðsleikararnir vóru so ólíkir. Hin intellektuelli rithøvundurin Carli – Carl Jóhan Jensen – og Jóhan úr Æðuvík, sum í gerandisdegnum sópaði lortin og burturkastið undan borgarum høvuðsstaðarinnar. Báðir javnir í árum, men tó so óvanliga ymiskir. Hyggjarin sat eftir við myndini, at tørvur er á báðum, Carli- og Jóhantýpunum, um samfelagið yvirhøvur skal hanga saman í gerandisdegnum og mál, mentan og skaldsskapur framhaldandi skal liggja sum lunnur undir einari tjóð í menning.
Við hesum orðum fari eg at ynskja mínum gamla skúlafelaga hjartaliga til lukku við sjeyti ára degnum við ynskinum um blíðan byr og Harrans signing í ókomnum døgum, vikum og árum.
ES: Myndin er lænt frá Hvannrók hjá Vagni Michelsen.
##med2##