Myndirnar eru privatar, f.v.: Arnt Remy Åvik-Langstrand og Glenn Benelex Larsen, sum sendu út neyðarkall, tá teir vórðu fyri ógvusligum álopi av bóghvítuhvalum út fyri Lissabon í Portugál

Álopnir í seglbáti av bóghvítuhvalum

- Bóghvítuhvalirnir dukaðu ikki bara í bátin; teir bitu eisini í partar av bátinum, og álopið vardi í 40 minuttir

Myndirnar eru privatar, f.v.: Arnt Remy Åvik-Langstrand og Glenn Benelex Larsen, sum sendu út neyðarkall, tá teir vórðu fyri ógvusligum álopi av bóghvítuhvalum út fyri Lissabon í Portugál

Vinmenninir, 48 ára gamli, Arnt Remy Åvik-Langstrand og 42 ára gamli, Glenn Benelex Larsen, høvdu eina ógvusliga uppliving við bóghvítuhvalum, tá teir í seglbáti vóru staddir út fyri portugisisku strondini.

 

Søgan byrjar í mai mánaði í fjør, tá teir í seglbátinum Levante loystu í Noregi, og tað var á veg heimaftur til Noregs, at teir vórðu álopnir av bóghvítuhvalum, sum er heimsins størsta rovdýr.

 

Ætlanin hjá vinmonnunum var at koma inn til Lissabon í Portugál, tá hann hevði sagt frá vánaligum veðurlíkindum, og tað var ávegis til Lissabon, at Arnt Remy Åvik-Langstrand og Glenn Benelex Larsen sóu fleiri springarar.

 

Men, knappliga sóu teir eisini nakað annað í sjónum.

 

- Vit sóu bøksl í øðrum borðinum, og tað sá út, sum hvalirnir svumu tættir. Frá tí, at vit sóu bøkslini, til álopið kom, gingu bara tvey sekund, sigur Glenn Benelex Larsen, sum vísir á, at teir nú vóru álopnir av einum bólki av bóghvítuhvalum.

 

Í samrøðu við Verdens Gang vísir hann á, at undir álopinum broytti seglbáturin kós á 90 stig, og her var bara eitt at gera, og tað var at kopla úr og senda út neyðarkall.

 

Teir høvdu hoyrt um bóghvítuálop í økinum, og nú knappliga vóru tað teir sjálvir, sum vóru undir álopi.

 

- Og so komu hvalirnir aftur, og nú var eisini ein enn størri bóghvítuhvalur við í álopinum, sigur Glenn Benelex Larsen og heldur fyri, at hesin helst var einar 5-6 metrar langur. 

 

Vinmenninir halda, at tað vóru tveir ella tríggir bóghvítuhvalir, sum lupu á bátin. Áopini komu í tveimum umførum, og tey vardu í umleið 40 minuttir tilsamans.

 

Bóghvítuhvalirnir dukaðu ikki bara í seglbátin, tí sum løtan gekk bitu teir eisini í partar av bátinum.

 

- Vit vita, at róðurið er oyðilagt; tað er farið í tvey. Skipanin inni í bátinum til róðurið er eisini oyðiløgd, og bardómir og ymiskt annað er farið, sigur Glenn Benelex Larsen.

 

Tað fyrsta, sum vinmenninir gjørdu, tá teir vórðu álopinir, var at senda út neyðarkall.

 

Teir vóru fyrireikaðir upp á, at slíkt kundi henda og stúrdu fyri, at báturin fór at søkka. Ein tangabátur, nevndur NQ Rosa, svaraði neyðarkallinum. 

 

– NQ Rosa var fyrsta skipið, sum boðaði frá, at teir høvdu hoyrt neyðarkallið. Teir søgdu, at teir vóru á veg ímóti okkum og vóru umleið 40 minuttir burturi. 

 

##med2##

 

Umborð í NQ Rosa søgdu teir, at teir fóru at liggja "stand by" og fylgja við, um seglbáturin fór at søkka, og soleiðis høvdu vinmenninir í seglbátinum eisini samband við tangabátin.

 

Tá umleið tveir tímar vóru farnir, kom ein bjargingarbátur úr Portugál út til seglbátin, og bjargingarbáturin togaði seglbátin inn til strandabýin, Sesimbra, sum liggur eystanfyri Lissabon.

 

- Vit vóru ikki bangnir, tí vit føldu, at vit høvdu støðuna undir eftirliti, sigur Glenn Benelex Larsen við Verdens Gang.

 

Heimasíðan veit eisini at siga, at tað ikki er so sjáldan, at bóghvítuhvalir leypa á bátar í økinum út fyri strondini í Portugál og aðrastað um hesar leiðir.

 

Seinastu fimm árini eru skrásettar 700 hendingar, har bóghvítuhvalir hava gjørt seg inn á bátar - bara í Gibraltarsundinum, veit Atlantic Orca Working Group-GTOA at siga.

 

Meira um óhugnaligu hendingina, sum vinmenninir, Arnt Remy Åvik-Langstrand og Glenn Benelex Larsen, vóru úti fyri, kann lesast á www.vg.no

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Myndirnar eru privatar, f.v.: Arnt Remy Åvik-Langstrand og Glenn Benelex Larsen, sum sendu út neyðarkall, tá teir vórðu fyri ógvusligum álopi av bóghvítuhvalum út fyri Lissabon í Portugál

Søgan byrjar í mai mánaði í fjør, tá tveir vinmenn í seglbátinum Levante loystu í Noregi

Eftir álopið sendu teir út neyðarkall, og ein tangabátur kom teimum til hjálpar