Sunnudagin letur upp ein grønlendskur mentanarfestivalur í Norurlandahúsinum.
Talan verður um bæði filmsfyrivísing av grønlendskum spæli-, stutt og dokumentarfilmum, og einari listaframsýning.
- Vit fara millum annað at vísa fyrsta grønlendska spælifilmin, Nuummioq (ein frá Nuuk) frá 2010. Vit hava við okkum tilsamans 14 grønlendskar filmar, og tveir verða vístir hvørt kvøldið, sigur Ivalo Frank, sum starvast í greenlandeyes.
Ein annar av grønlendsku filmunum, Inuk, verður esini sýndur, og hann er mest kendi grønlendski filmurin.
- Stevnan byrjar sunnudagin klokkan 19 við at nøkur orð verða søgd, og øll eru vælkomin. Og so er alt ókeypis, sigur Ivalo Frank.
Hildið verðurfram í Norurlandahúsinum fram til hósdahin, tá endað verður við einari tvíkonsert við grønlendska bólkinum, Smal Time Giants og føroyska Dánjal.
Leygardagin 11. oktober verður so latið upp í Runavík.
- Har verður eisini vístir filmar, millum annað S.O.S. Eisberg frá 1933, sum týska Leni Riefenstahl hevur leikstjórnað. Hon gjørdist seinni filmsgeri hjá Adolfi Hitler, sigur Ivalo Frank.