– Framtíð og tilverugrundarlag grønlendinga byggir nú og í allari framtíð á eitt neyvari samstarv ímillum Føroyar og Danmark. Eg eri fullgreiður yvir, at mong hava ilt við at viðurkenna henda veruleika, men veruleiki er nú einaferð veruleiki. Skulu grønlendingar koma so nøkunlunda snikkaleysir burtur úr mongu trupulleikum teirra, mugu teir leggja allar fullveldisdreymar á hillina.
So bersøgin var Grønlendingaorðførarin hjá Danska Fólkaflokkinum, Søren Espersen, tá ið orðaskifti herfyri var í Fólkatinginum um ríkisfelagsskapin.
Hann helt fram og staðfesti, at íbúgvaratalið í Grønlandi er nærum einki.
– Nøkur fá tanndur (um 60.000 íbúgvar) spjadd á heimsins størstu oyggj kunnu ikki á nakran hátt sum sjálvstøðug tjóð reka eitt demokratiskt vælferðarsamfelag við egnum uttanríkis- og verjupolitikki, rættarskipan við meira.
Hann heitti samstundis á grønlendingar um at gloyma veruleikafjaru dreymarnar um milliardirnar í undirgrundini:
– Legg á hillina alt veruleikafjart sveimarí um undirgrund og fullveldi, og latið okkum ístaðin fyri fara í holt við mongu reformarnar í grønlendska samfelagnum, sum so stórur tørvur er á. Grønland, Føroyar og Danmark eiga at styrkja um unikku sambondini í ríkisfelagsskapinum - og ikki royna at oyðileggja tey.