Grønlands Politi sigur seg síggja Trump-ferðalagið sum eina privata vitjan, og at løgreglan ger sínar metingar um møgulig átøk í hesum sambandi. Men, løgreglan er fáorðað í sínum útsagnum.

Grønland: Løgreglan er fáorðað um Trump-vitjan

- Í samband við eina og hvørja vitjan - antin hon er privat ella almenn - gera vit okkara metingar um aktuellu støðuna, og vit meta um møgulig átøk, sigur Grønlands Politi

Grønlands Politi sigur seg síggja Trump-ferðalagið sum eina privata vitjan, og at løgreglan ger sínar metingar um møgulig átøk í hesum sambandi. Men, løgreglan er fáorðað í sínum útsagnum.

Grønlands Politi ger eina meting av støðuni, hvørt neyðugt er við møguligum átøkum, nú sonur komandi amerikanska forsetan, Donald Trump Jr., kemur á vitjan í Grønlandi í dag.

 

Eftir ætlan lendir Donald Trump Jr. í floghavnini í Nuuk við Trump Force One um fáar tímar. 

 

- Donald Trump Jr. hevur í løtuni ikki nakrar formellar uppgávur í amerikansku umsitingini, men hann er sonur og ráðgevari hjá komandi amerikanska forsetanum.

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at tey hava fingið eina skrivliga viðmerking frá Grønlands Politi um vitjanina, og løgreglan er fáorðað.

 

Tey siga seg síggja Trump-ferðalagið sum eina privata vitjan, og at løgreglan ger sínar metingar um møgulig átøk í hesum sambandi.

 

Grønlands Politi vil annars einki ítøkiligt siga um, hvussu tey fara at fyrihalda sær til Trump-vitjanina.

 

- Í samband við eina og hvørja vitjan - antin hon er privat ella almenn - gera vit okkara metingar um aktuellu støðuna, og vit meta um møgulig átøk.

 

Aftrat hesum útsagnum sigur Grønlands Politi seg ikki hava fleiri viðmerkingar í samband við Trump-vitjanina í Grønlandi.

 

 

 

Grønlands Politi sigur seg síggja Trump-ferðalagið sum eina privata vitjan, og at løgreglan ger sínar metingar um møgulig átøk í hesum sambandi. Men, løgreglan er fáorðað í sínum útsagnum.