Elsa Berg, nýggi borgarstjórin í Havn, ætlar at gera eina roynd at flyta kirkjuna á Argjum Mynd: Álvur Haraldsen

Elsa ger eina roynd at flyta kirkjuna á Argjum

Nýggi borgarstjórin í Havn ætlar at tosa við kirkjuráðið á Argjum og við áhugabólkin Varðveitið fríøkið við Sandá

Elsa Berg, nýggi borgarstjórin í Havn, ætlar at gera eina roynd at flyta kirkjuna á Argjum Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sigur Elsa Berg, nýggi borgarstjórin í Tórshavnar býráð, tá vit spyrja hana, hvat hon ætlar at gera við kirkjuna á Argjum, sum nógv ósemja hevur verið um, og sum hon og fleiri onnur í Tjóðveldi eru og hava verið ímóti skal byggjast á økinum oman fyri Spinnaríið við Sandá á Argjum.

– Argja kirkja er eitt øgiliga trupult mál. Tað skal eg ikki fara uttanum. Tað er komið øgiliga langt í hesi tilgongdini, og tað sum eg havi sett mær fyri, og tað sum eg havi boðað samgongulimum frá er, at eg ætli mær í dialog við kirkjuráiðð og við áhugabólkin til varðveitslu av fríøkinum við Sandá, segði Elsa Berg, tá vit á tíðindafundi í dag spurd um málið.

Hon sigur, at tað er hetta, sum hon hevur sett sær fyri.

– Og tað er tað, sum eg fari at hava fokus á. Men tað sum er nógv týdningarmiklari er, at vit finna ein leist fyri, hvussu vit vit útføra byggiverkætlanir framyvir, tí hvussu taka vit neyðugu náttúrufyrilitini framyvir, tá kommunan fer at vaksa og vit framhaldandi skulu varðveita og verja um okkara náttúru bæði fyri náttúrunnar skyld og ikki minst fyri okkara egna trivnað bæði fyri sálarheilsu og kropsligari heilsu. Tað er nakað, sum vit skulu finna út av og seta í gongd, sigur hon.

– Men tá tú sigur, at tú skalt í dialog við kirkjuráðið og áhugabólkin, er tað so um at flyta kirkjuna?

– Ja, dialogurin verður um støðuna og um hvar man liggur og at venda tingunum enn einaferð, sigur borgarstjórin.

– Men sjálvandi er tað ein opin dialogur frá mínari síðu at hoyra allar partar og at venda málinum, sigur Elsa Berg.

 

Málið um at byggja nýggja kirkju á Argjum er gamal, og tað byrjaði í 2006 og hevur verið fyri á 55 ymsum fundum í býráðnum hesi árini.

 

Byggiloyvið til kirkjuna á Argjum varð samtykt í Tórshavnar býráð 29. februar í ár:

 

Fyri byggilloyvi atkøvddu:

 

Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum 

 

Heðin Mortensen úr Janaðarflokkinum

 

Tróndur Sigurðsson úr Janaðarflokkinum

 

Kári Johansen úr Janaðarflokkinum

 

Bjørg Dam úr Janaðarflokkinum

 

Birita Baldvinsdóttir úr Janaðarflokkinum

 

Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum

 

Jákup Dam úr Tjóðveldi

 

Ímóti artkøvddu:

 

Turið Horn úr Tjóðveldi

 

Annika Olsen úr Tjóðveldi

 

Jón Kragesteen úr Tjóðveldi

 

Súsanna Olsen úr Framsókn

 

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum

 

Elsa Berg, nýggi borgarstjórin í Havn, ætlar at gera eina roynd at flyta kirkjuna á Argjum Mynd: Álvur Haraldsen