Handtikni ferðamaðurin hevði røttu pappírini

Hóast løgreglan í gjár afturhelt einum ferðamanni, sum kom við Norrønu, so hevði hann kortini pappírini í orda

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum í gjár greiddi frá, at tey høvdu handtikið ein mann, sum í land av Norrønu, tí at ferðaskjølini hjá honum skuldu kannast nærri.

Tað vísti seg, at hóast løgreglan helt skjølini síggja ivasom út, so vóru tey í ordan. Maðurin varð tí latin leysur aftur. Hann var komin til Føroya saman við konu og børnum at búgva, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Annars hevur løgreglan fingið fráboðanir um onkra smáhendingar við tað sum tey lýsa sum storm- og vatnskaðar. Í Klaksvík var talan um eina bilhurð, sum fekk skaða, og fráboðan varð eisini ein stóran vatnskaða í sambandi við eina frostspreinging. Tað var í Vága kommunu. Eisini hava nøkur smærri ferðsluóhapp verið, men vegirnir hava verið væl ruddaðir, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.