Grindin melur aftur á slóðina

Grindin ferðast nú spakuliga á grunna partinum av Reykjanesrygginum.

 

Merkta grindin úr Bø hevur nú vitjað aftur júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan.

- Grindin ferðast nú spakuliga á grunna partinum av Reykjanesrygginum, vita tey á Havstovuni at siga í morgun.

Á Havstovuni hava tey í morgun eisini eina dagføring av merkru grindini úr Havn, sum var á leiðini suðuri við Rockall fyri viku síðan.

- Henda grindin hevur seinastu dagarnar hildið kósina norður eftir og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta, sum hon hevur verið.

##med2##