Grindaformaðurin undrar seg yvir, at tað ikki ber til at halda grind til í Føroyum.
– Hvat er trupulleikin, tá ið bæði landsstýrismaðurin, sum varar av grindalógini og hægsti myndugleiki á økinum, umframt okkara serfrøði innan koronaráðgevingina siga, at tað er í lagi at halda grind til, sigur Heri Petersen.
Hann vísir á, at honum vitandi hevur eingin av grindaformonnunum nakað ímóti, at grind verður hildin til.
Hann heldur, at tað ber væl til at hava skipað viðurskifti sum við øllum øðrum tiltøkum, sum verða fyriskipa í hesi koronatíð,
– Tað er eingin trupulleiki at halda grind til, bara ein hevur viljan til til tað. Um vit gera sum til fótbóltsdystir, so hava vit vaktarfólk at taka sær av øllum teimum, sum ætla sær inn á økið. Eg gjørdi eitt uppskot, sum eg legði fyri koronaráðgevingina, hvat vit kundu gjørt fyri at halda grind til. Og hetta uppskotið bleiv góðtikið, sigur Heri Petersen.
Sambært grindaformanninum, so hevur koronaráðgevingin umrøtt fyrispurningin, og teir meta, at um grindamenninir halda fjarstøðutilmælið og mesta talið av fólki í fjøruni er hundrað, eisini tá ið teir skera á háls og nógv fólk er á línuni, so halda teir, at tað er trygt viðvíkjandi koronasmittu.
##med2##
Uppskotið hjá Hera Petersen ber millum annað í sær, at sperringar verða settar upp kring hvalvágna, líka sum tað verður gjørt til fótbóltsdystir, at bara tey, sum hava grindaprógv, sleppa inn á økið, at alt verður skift til heimapartar, og at kommunan tekur sær av øllum viðvíkjandi uppskering, merking, og so framvegis. Hetta verður gjørt fyri at kunna uppspora eina møguliga smittu.
– Tí undrar tað meg, at sýslumenninir siga, at teir ikki vilja koma í støðuna at standa við ábyrgdini av at grind verður hildin til og at smitta brýtur út. Og teir samanbera við eina meslingagrind fyri øldum síðani. Hetta kann als ikki samanberast við støðuna í dag, sigur Heri Petersen.
Hann er stórliga bangin fyri, at um forboðið fer at standa við í eina tíð afturat, er hendan mentan eisini farin fyri bakka.
– Eg vil heita á allar grindamenn úti sum heima um at standa saman og fáa hetta forboðið avtikið ongantíð ov skjótt, sigur Heri Petersen.